Heiðabáturin er fantastiskur

Kappróðrarfelagið NSÍ er á mannfólka síðuni einaráðandi í størru bátunum. Heiðabáturin hevði undan ólavsøkuróðrinum vunnið allar róðrarnar í stórum stíli, hóast teir ikki hvørja ferð hava verið fremstir beinanvegin.

Í dag var Heiðabáturin fyrstur á mál, og Heiðabáturin var ikki fremstur beinanvegin.

Argjabáturin hevur ofta verið knappur á fyrstu metrunum, og soleiðis var tað eisini í dag. Argjabáturin var fyrstur út frá Argjahøvda, og Árnfirðingur, sum seinastu ferðirnar hevur staðið seg heilt væl, var væl við.

Heiðabáturin tóktist skjótt hava tak á kappingini. Tá ið tað restaðu 200 metrar, var Heiðabáturin leysur. Munurin gjørdist tó ongantíð størri, og í endaspurtinum tók Argjabáturin eitt sindur av muninum aftur.

Árnfirðingur var triður á mál, og Ørvur var nummar fýra. Hesir báðir bátarnir endaðu við sama stigatali aftanfyri gull og silvur vinnararnar. Reglurnar siga, at tá ið tað stendur á jøvnum, so er úrslitið á Ólavsøku avgerandi. Tí tryggjaði Árnfirðingurin sær bronsu í FM kappingini.

Ivaleyst er sannførandi FM heitið hjá nýggja Heiðabátinum tað mest óvæntaða av øllum. Talan er um somu manning, sum í fjør stóð seg so væl við 6-mannafarinum Sølmundi.

Heiðabáturin hevur verið fantastiskur í summar.

 

Ólavsøka 2007 - 8 mannafør

1 Heiðabáturin 04:15.02

2 Argjabáturin 04:16.17

3 Árnfirðingur 04:18.04

4 Ørvur 04:21.10

5 Knørrur 04:23.24

 

Støðan í FM - 8 mannafør

1 Heiðabáturin 49 2G

2 Argjabáturin 34 1G

3 Árnfirðingur 24 1G

4 Ørvur 24 1G

5 Knørrur 16 2G