Heiðrik ? Myrkur í sólini

Heiðrik á Heygum er júst farin av pallinum í spæliplássinum í Syðrugøtu. Vit vóru vitni til eina fína konsert, sum tó ongantíð kom heilt upp í hæddirnar. Bólkurin er mannaður við strúkikvartett, gittari, trummum, ljómborði, teldu, bassi og Heiðrik sjálvum. Tónleikurin kann lýsast sum myrkar ljóðmyndir, sum eru kryddaðar við høgum sangi. Tey fáu sum vóru á spæliplássinum høvdu eina hugnaliga løtu við sólglottum og melankolskum tónleiki.

Heiðrik framførdi løg av sínari komandi útgávu, og millum hesi vóru eini tvey løg, ið ljóða heilt spennandi. Serliga helt eg lagið Beautiful Bartender riggaði ordiliga væl.

Kanska var tí at so fáir áhoyrarar vóru tilstaðar, men tað tóktist sum um bólkurin ongantíð fekk rættiligt tak á áhoyrarunum. Áhoyrararnir vóru passivir, og livdi seg ikki ordiliga inn í heimin hjá Heiðrikki.

 

Mest sermerkta løtan var tá ið frásøgukvinnan kom á pallin, og bað Heiðrik gevast, tí at nú var tíðin farin. Heiðrik & Co. løgdu líka í, og byrjaðu at spæla puplikumsfavorittin ?Jealous?. Tá fór frásøgukvinnan oman til ljóðmannin, og bað hann um at sløkkja fyri ljóðinum. Onki ljóð úr hátalarunum, men Heiðrik helt á, og nú hjálpti áhoyrararnir honum at syngja. Nústani vaknaðu áhoyrararnir. Sermerkt er tað, at hátalararnir skuldu sløkkjast fyri at fáa ordiligt tak á áhoyrarunum.