Við fyrst og fremst Kjartan Eli Hentze, men tó eisini við øðrum kreftum, hevur borðtennisliðið altíð havt okkurt skreyt heimaftur við sær seinastu oyggjaleikir.
Boðini undan leikunum hesa ferð vóru tó fyrst og fremst, at nú skuldi hyggjast frameftir, og tí var tað sum so ikki nakað vónbrot, at einki kom við í skjáttuna hesaferð.
Tvørturímóti, so var tað gleðast um, at Susie Midjord, Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali allar tríggjar komu víðari úr bólkaspælinum og í 1/8-finalurnar.
Her tpatu tær tó allar tríggjar. Susie tapti 3-1 fyri eini kvinna av Orkney. Rakul tapti somuleiðis 3-1 fyri einari av Guernsey, og Marin í Dali tapti 3-0 móti sterkum spælara av Gotlandi.
Og úrslitini vísa uttan nakað hóvasták, at framgongdin hevur verið stór á kvinnusíðuni. Í liðkappingini fingu føroysku kvinnurnar eisini fleiri góð úrslit, og tí verður spennandi at fylgja við, hvussu menningin verður komandi árini.
Styrkt Rhodos-lið
Hjá monnunum var tað sum ikki einaferð Kjartan Eli Hentze, sum bar vónirnar um heiðursmerki.
Vertirnir av Rhodos hava tó styrkt um sítt líð við spælarum, sum vanliga spæla í Grikkalandi, og tí var eisini greitt, at Kjartan Eli hesa ferð kom at møta sterkari mótstøðu, enn hann vanliga hevur gjørt.
Og tað varð eisini ein spælari á liðnum hjá Rhodos, sum steðgaði Kjartani Eli. Talan var um greiðan sigur, og so mátti Kjartan Eli fyri fyrstu ferð síðani 1999 fara av oyggjaleikum uttan nakað heiðursmerki.