X Factor stjørnan gevur sína fyrstu stakfløgu út í vár og er sjálv við til at gera sangirnir á komandi fløguni.
Heidi Herløw frá Odense, ið kom á eitt triðjapláss í sangkappingini X Factor, hevur fortalt Nyhedsavisen, at fyrsta stakfløgan kemur út í vár, og verður spæld inn saman við Thomas Blachman og Kasper Winding.
- Alt er, sum tað skal vera, og eg gleði meg so nógv at koma í gongd við alt, sum X Factor hevur havt við sær, sigur Heidi.
Síðst í mars hevur Heidi eisini fortalt, at hon vil sleppa at gera síni egnu løg og tekstir, og at hon fegin vil gera hetta saman við Blachman.
Tá Heidi fekk Blachman at gráta í sangkappingi, av einum lagi hon sjálv hevði gjørt, er tað kanska eisini enn lættari hjá henni at fáa egin løg við á fløguna, enn tað er hjá hinum luttakarunum.