Fólkatingið var sett týsdagin og hósdagin byrjaði viðgerðin av setanartaluni hjá Lars Løkke Rasmussen.
Hetta var fyrsta høvið hjá nývalda fólkatingsliminum fyri Tjóðveldi, Magna Arge, at taka orðið, og í fyrstu røðu síni hugleiddi hann um føroyska íkastið til Christiansborg, nevniliga trappuna.
- Fyri meg var tað ein serlig uppliving at ganga upp gjøgnum trappurnar til fólkatingssalin - trappurnar, ið føra inn í kjarnuna í danska fólkaræðinum. Hesar trappurnar vóru høgdar úr føroyskum basalti í einum grótbroti í Rættará í Tórshavn fyri 100 árum síðani av mínum forfedrum, greiddi Magni Arge frá.
Tað var Jákup Andrias Arge, eisini nevndur Jampan, sum stóð fyri arbeiðinum, saman við millum øðrum langabba Magna, Óla Smið.
Magni Arge greiddi frá, hvussu Jákup Andrias Arge hevði stríðst fyri at nýta føroyskan stein í virksemi sínum. Hann misti fleiri fingrar á vinstru hond og gjørdist blindur á einum eyga, orsakað av arbeiðsóhappum. 60 ára gamal misti hann fótin, og mátti tá gevast sum steinbrótari.
Magni Arge førdi í talu síni fram, at hann helt tað vera upp á sítt pláss, at Jógvan Andrias Arge varð heiðraður posthumt, altso eftir sín deyð. Og besti mátin at gera hetta, metir Magni Arge, er við at stuðla føroyska ynskinum um egna grundlóg.
- Eg eri freistaður at skjóta upp fyri limunum í Fólkatinginum, at æra hansara minni við at stuðla føroyska fólkinum í okkara stremban eftir at leggja næstu trappustigini, sum skulu til, so at vit kunnu útinna tað frælsa føroyska fólkaræði, bygd á okkara egnu grundlóg, segði Magni Arge í røðu síni.