Í Sosialinum um vikuskiftið fílist Martin Næs, fyrrverandi deildarstjóri í Mentamálaráðnum, á, at Norðurlandaráðið hevur lækkað virðislønirnar ur 350.000 krónur niður í 300.000 krónur. Hann heldur, at Føroyar eiga at mótmæla hesum og bjóða sær til at rinda tað, sum tað kostar, so hesar fimm virðislønirnar ikki minka. Talan er um 250.000 krónur.
Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum, og hon greiðir soleiðis frá tilgongdini, at Norðurlandaráðið hevur minkað virðislønirnar:
– Í samband við, at Norðurlendska Ráðharraráðið samtykti visjón 2030 um, at Norðurlond skuldu gerast heimsins mest burðardygga og integreraða øki í heiminum, vórðu fýra ára fíggjarkarmar 2021-2024 samtyktir, har játtan m.a. verður flutt frá mentamarøkinum til grønu umleggingina og grønar verkætlanir.
– Í fíggjarætlanini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2021 sæst hetta aftur, m.a. við at játtanin til heiðurslønirnar hjá Norðurlandaráðnum eru minkaðar, sigur Kristina Háfoss, sum er stjóri í Norðurlandaráðnum.
Hon vísir á, at formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur í ár valt at seta 200.000 kr eyka av til heiðurslønahandanina hjá Norðurlandaráðnum, fyri at kompensera fyri part av niðurskurðinum hjá Ráðharraráðnum. Lækkingin í játtanini frá Ráðharraráðnum er tó størri enn hetta og gongur niðurskurðurin tí framhaldandi útyvir heiðurslønarupphæddima, ið minkar niður í 300.000 kr.
Hon sigur eisini, at Norðurlendska Ráðharraráðið og Norðurlandaráðið í løtuni eru í samráðingum um fíggjarætlanina fyri 2022, og at minkaða játtanin til mentanarøkið er partur av hesi samráðing.
– Fíggjarætlanin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum er umleið eina milliard krónur árliga og verður løgd fyri Norðurlandaráðið til atkvøðugreiðslu á ársfundinum, sum í ár verður fyrst í november í Fólkatinginum í Keypmannahavn, sigur Kristina Háfoss, sum er stjóri í Norðurlandaráðnum.