Heildin kann biða!

Nú er siðsta útkall og maðurin sum stendur og skal við Airbussinum hjá Atlansflog er okkara einasti giktalækni Pero Sore, ella heiti er nokk tíverri FYRRVERANDI giktalækni Føroyinga.

 

Ímeðan flestu fólk práta um markrel, reiðarar og aðrar stertar so hevur giktalæknin og giktafelagið fer eftir fer gjørt vart við tær væntandu umstøðurnar innan heilsuverki, men tað týkist sum um at man hevur rópt fyri afturlatnum oyrum, tí nú er giktalæknin á veg avstað!

 

Føroyingar sum líða av gikt standa sostatt framan fyri einari tíð við væntandi heilsurøkt og óneyðugari pínu og talan er ikki um nøkur få fólk, men ein stóran bólk av menniskjum!

 

Eg haldi tað er ræðandi at vit í ár 2015 standa í somu støðu sum altið, tað at vit hava eitt niðurpínt heilsuverk sum ikki megnar at røkja sínar uppgávur tí politiskaskipanin ikki velur at raðfesta heilsuna hjá okkum sum her búgva.

 

Práti er kanska meira áhugavert tá ið teir ymsu politikkarnir standa og práta um ókeypis tunnlar og ókeypis strandfaraleiðir, men dugnalig starvsfólk og sjúklingurin sum liggur á teimum ymsu sjúkrahúsinum er kanska ikki líka áhugaverdur!

 

Eg havi fyri stuttari tíð síðani víst á hendan trupulleika við væntandi raðfesting av okkara heilsuverki, starvsfólki og sjúklingum og fari enn einaferð at vísa á at nú má nakað henda og tað skal vera áðrenn vit missa fleiri av okkara serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og okkara heilsu!

 

Ein skipan við hálvhjartaðum tænastum er ikki trygg nokk og ein skipan við vikarlæknum er 2-3 so dýr sum ein góð og trygg skipan við tí røtttu raðfestingini og játtan!

 

Eg ynski at vit kunnu føla okkum trygg og fáa ein góða heilsurøkt, tí vit hava tey røtttu starvsfólkini sum duga og megna sítt, vit mangla bert eina rætta játtan og meira prát um menniskja ímun til betong!

 

Vinarliga få hetta uppá pláss soleiðis at tú, eg og okkara kæru kunnu kenna okkum trygg um tað nú skuldi staðið á!