Zarepta hevði fyrstu legurnar í 1967. Síðani tá hava nógvar legur verið á hvørjum ári. Øll tey, sum hesi mongu árini hava verið við í Zarepta, hava havt nógv at gera við teir, sum hava siglt og havt ábyrgdina av siglingini av Vestmanna og á Oyragjógv. Tað hevur verið eitt fyrimyndarligt samstarv, og vit vilja fegin siga tykkum øllum hjartaliga takk.
Tey fyrstu árini var tað við Bragd, sum sigldi ? frá 1967 og fram til 1970. Bilarnir máttu hivast, so tað var so nógv øðrvísi, enn tað síðani hevur verið. Sam kom í 1970, og tá kundu bilarnir koyra umborð. Í 1976 kom so tann seinni Sam. Tað var til stóran bata fyri ferðsluna. Hesa seinastu tíðina hevur so Ternan røkt siglingina.
Til at flyta 150 - 300 børn og ung um Sundið hvørja viku krevst hegni og gott samstarv. Umframt børnini og tey ungu hava tað verið øll tey tilkomnu, sum hava ferðast við egnum bili. Tilsamans hava eini 5-6000 fólk árliga ferðast til legurnar. Harafturat hevur ein rúgva av fólki ferðast vestur, sum hava verið á vikuskiftislegum, og tey, sum eru komin vestur í samband við bygging og viðlíkahald.
Vit takka Alfred og hansara monnum fyri sera gott samstarv øll tey fyrru árini. Serliga minnast vit Hans og Eiler sum kravdu ferðagjaldið.
Vit takka tykkum, sum hesi seinnu árini hava mannað Ternuna. Takk fyri fyrimyndarligt og sera gott samstarv við ferðaleiðararnar hjá okkum og tey, sum hava koyrt bussarnar.
Vit hava kent okkum at verið í góðum hondum, tá ið vit hava siglt um Sundið.
Verkføllini um várarnar hava verið ein marra fyri legurnar. Vit takka tykkum, sum fingu loyvi at gera eitt undantak og sigldu tey menningartarnaðu í vár.
Ein morgun nú í november skuldu vit vestur. Tað var stormur av landsynningi, og eg hugsaði, hvussu nú fór at vera við einum so stórum skipi. Vit løgdu at á Oyrargjógv í øllum góðum. Hendan morgunin var Sofus á brúnni.
Eisini vilja vit takka tykkum á Strandferðsluni fyri gott samstarv. Vit duga ikki rættuliga at ímynda okkum, hvussu stóran týdning undirsjóartunnilin fer at hava fyri vágafólk og okkum, sum starvast her vesturi. Vit fingu tó ein forsmakk av hesum hendan dagin, tá ið tunnilin lat upp. Hurðin í Zarepta var opin, og tá vitjaðu millum 7-800 fólk.
Vit gleðast, tí bíðirøðirnar í Vestmanna og á Oyragjógv eru farnar í søguna, og at vit, sum ofta ógvuliga fjølment hava ferðast til og frá Zarepta, ikki meir skulu rúgva so nógv upp umborð í ferjuni.
Ferjutíðin um Vestmannasund er farin. Tað tók ov langa tíð at ferðast so stuttan veg.
Vit ynskja vágafólki og tykkum, sum hava starvast við tunnilsgerðini, hjartaliga tilukku við hesum góða úrslitinum og ynskja øllum eini gleðilig jól.