Marja Lund Gjógvará, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi.
----------
Við verandi landspolitikki, lækkar góðskan á almennum heilsutænastum. Landssjúkrahúsið skal aftur spara og nakrar av avleiðingunum eru, at deildir verða yvirfyltar, viðgerðin verður ikki nøktandi og bíðilistar gerast longri. Játtanin at senda sjúklingar av landinum til viðgerð verður skerd, meðan játtanin til viðgerð í Føroyum ikki økist.
Her má kommunan royna at taka upp, eftir skilaleysa politikkinum hjá samgonguni. Kommunan skal føra ein heilsufremjandi og fyribyrgjandi politikk.
Vandin at blíva sjúkur økist við aldrinum og eftir 40 ára aldur hækkar vandin fyri m.a. blóðtøppi og krabba. Tað eru fleiri, ið bíða ov leingið áðrenn tey ringja til lækna tá tey merki eitthvørt sjúkueyðkenni. Eisini eru tað tey, ið ikki eru varug við sjúkueyðkenni og tí ikki koma til lækna í góðari tíð. Vit eru ikki altíð harrar yvir hvørjari støðu vit koma í, men kommunan kann skipa so fyri, at borgarar yvir 40 ár fáa eina heilsukanning regluliga t.d. 2. ella 3. hvørt ár. Hetta merkir, at vit fáa innkalling at koma til lækna og tá verður m.a. kanna hjarta, lungu, blóðtrýst og blóðroyndir verða tiknar. Kannast kann eisini um ein hevur, ella er í vandabólkinum fyri at fáa, strongd, tunglyndi ella diabetes. Við at taka av hesum tilboði kunnu vit kenna okkum trygg við, at vit hava gjørt eina roynd at varðveita góða heilsu.
Við einari slíkari heilsukanning, kunnu vit fyribyrgja ella uppdagað sjúku tíðliga og harvið betra um okkara møguleikar at forða sjúku og betra okkara lív sum heild.
Ein visjón hjá kommununi skal verða, at bjóða sínum borgarum eina heilsumiðstøð. Endamálið er, at stuðla øllum borgarum í royndini at fremja og varðveita heilsu. Á einari slíkari kommunalari heilsumiðstøð skulu vera ymiskir fakbólkar, so sum lækni, kostráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur, ergo- og fysioterapeut, sosialráðgevi, heilsufrøðingur og sálarfrøðingur. Her kunnu fólk koma og fáa vegleiðing og ráðgeving á sama stað. Fólk kunnu fáa ymiskt kannað og viðgjørt. Heilsufrøðingar í skúlunum kunnu senda børn í ymiskum vandabólkum, og foreldur teirra, higar at fáa hjálp. Heilsumiðstøðin skal viðvirka til at menna, gjøgnumføra, samskipa, miðla og dokumentera heilsuvirksemi í kommununi tvørturum alla umsiting. Heilsumiðstøðir finnast í kommununum í okkara grannalondum og er eftir mínum tykki eitt gott hugskot. Um vit fingu stovnsett eina heilsumiðstøð, snikkað eftir okkara viðurskiftum og fortreytum, so kundi borgarin fingið eina inngongd til tær ymsu heilsutænasturnar.
Tórshavnar Kommuna skal bjóða sínum borgarum dygdargóðar heilsutænastur, so vit kunnu hava eina so góða heilsu sum gjørligt. Við verandi landspolitikki fáa vit brúk fyri tí.