Heilsumálaráðið søkir stjóra til Heilsustýrið

Heilsumálaráðið hevur lýst starvið sum stjóri í Heilsustýrinum leyst at søkja, nú setanartíðarskeiðið hjá verandi stjóra gongur út.

Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum, sum er ein sjálvstøðugur myndugleikastovnur undir Heilsumálaráðnum. Heilsustýrið hevur høvuðsuppgávuna at skipa og menna heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

 

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at savna vitan og byggja grundarlag upp fyri heilsufremjandi átøkum, styrkja arbeiðið innan fólkaheilsu og fyribyrging, og at umsita farsóttarøkið og heilsuhagtøl.

 

Heilsumálaráðið leggur dent á at seta ein leiðara við visiónum og evni at menna stovnin, og sum kann mynda heilsupolitisku kósina í Føroyum.

 

Umsóknarfreistin er mikudagin 15. oktober 2025.