Nýggi stovnurin, sum skal umsita heilsutrygdina, skal liggja í Klaksvík. Tað hevur landsstýrismaður í heilsumálum gjørt av. Fyrsta dagin verður uppskot lagt fyri Løgtingið um eina nýggja samhaldsfasta sjúkratrygging, sum skal avloysa sjúkrakassarnar.
Ein nýggjur stovnur skal umsita heilsutrygdina, og Aksel Johannsen, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at stovnurin skal liggja í Klaksvík. Eini átta fólk koma at arbeiða á Heilsutrygd.
- Sambært samgonguskjalinum, skulu nýggir almennir stovnar leggjast úti um landið, sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki. Heilsutrygd verður ikki ein stovnur, har viðskiftafólk hava fyri neyðini at koma á gátt. Tí er tað sjálvsagt at fylgja samgonguskjalinum og leggja stovnin uttan fyri Havnina, sigur Aksel Johannesen.
- Um tú hyggur út um landið, so eru fleiri stovnar og skúlar lagdir uttan fyri Havnina seinastu árini. Eitt nú eru Brúkaraumboðsmaðurin, Strandferðslan og Heilsuskúli lagdir í Suðuroy, og Skipaeftirlitið er lagt í Vágum. Tørnið er nú komið til Norðoyggjar, og er mín ætlan tí, at Heilsutrygd skal halda til í Klaksvík, sigur hann.