Frá ársskiftinum og fram til hálvan mai verða Carsten Fonsdal Mikkelsen, Skála, Ólavur Jacobsen, Hósvík, og Jørgen F. Andreasen, Leirvík, settir í starv sum trúboðarar.
Símun P. Jacobsen vísti á, at arbeitt hevur verið í drúgva tíð við at fáa fleiri trúboðarar, eftir at nakrir av teimum gomlu trúboðarunum góvust fyri aldur ella andaðust.
- Nú kemur ættarliðsskifti, segði hann.
##med2##
Carsten Fonsdal Mikkelsen byrjar í fulltíðarstarvi sum trúboðari 1. januar. Hann hevur áður verið trúboðari hjá donsku Indre Missión í sjey ár, har hann bæði var “vanligur” trúboðari og vitjaði býir um landið við einum “cafébussi”. Hann er útlærdur sjúkrarøktarfrøðingur og hevur millum annað eisini arbeitt sum lærari og sum brandmaður.
Seinastu mongu árini hava Carsten og familjan búð í Hasle á Bornholm, burtursæð frá skúlaárinum 2016-17, tá ið tey búðu á Skála, men í summar fluttu tey aftur til Føroya.
Nú Carsten verður trúboðari, er ætlanin, at hann skal nýta umleið helvtina av orkuni til klassiskar trúboðarauppgávur og hina helvt til trubodin.fo.
Carsten Fonsdal Mikkelsen er 44 ára gamal og ættaður úr Herning í Jyllandi. Hann er giftur við Elsu av Skála, og tey eiga fýra børn.
##med3##
Ólavur Jacobsen gjørdist trúboðari út frá Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík 1. januar í ár, men hevur verið heima síðani í summar. Um ársskiftið fara Heimamissiónin og Ørkin undir eitt samstarv um Ólav Jacobsen, sum ber í sær, at hann heldur fram sum trúboðari í Reykjavík hálva tíð og hálva tíð sum trúboðari í Føroyum.
Ólavur Jacobsen skal serliga vera virkin í Norðstreymoy.
Ólavur Jacobsen er 49 ára gamal og er ættaður úr Hósvík, har hann eisini býr. Hann og konan, Vónbjørt, eiga tríggjar døtur. Ólavur er útlærdur elektrikari og hevur millum annað arbeitt í Norra og hjá Skipafelagnum.
##med4##
Sum tann triði byrjar Jørgen F. Andreasen hálvan mai næsta ár ætlandi í hálvtíðarstarvi sum trúboðari hjá Heimamissiónini.
Jørgen F. Andreasen hevur frá ungum árum verið virkin í missiónshúsinum í Leirvík.
Hann er skipsførari og siglir hjá A. P. Møller - Mærsk. Ætlanin er, at hann virkar sum trúboðari, tá ið hann er heima, svarandi til hálvtíðarstarv. Starvið hjá honum verður ólønt.
Jørgen F. Andreasen skal í fyrstu atløgu taka á seg ábyrgdina sum blaðstjóri á Sunnudagsblaðnum, eftir Karl N. Hansen, sála. Eisini er ætlanin, at hann skal standa á odda fyri møtirøðum úti um landið, har trúboðarar og onnur vitja eitt øki í nakrar dagar og hava møtir og onnur tiltøk.
Jørgen F. Andreasen er 44 ára gamal. Hann er giftur við Guðni, og tey eiga tvey børn.