Heimbygdin mintist Martin Joensen

Stórfingið hátíðarhald var í Sandvík fríggjakvøldið, tá skipað varð fyri kvøldsetu at minnast høvundin og sandvíkingin Martin Joensen á 100 ára degnum. Minnissteinur var fluttur á fríðkað øki og forvitnisligir fyrilestrar vóru á skránni

MARTIN JOENSEN 100 ÁR

Hátíðarhaldið Martini Joensen til minnis og heiður, byrjaði við, at bygdaráðsformaðurin í Hvalbiar sókn, Levi Niclasen, formliga lat sandvíkingum nýfríðkaða økið í Geilini, har minnissteinur um Martin Joensen nú er settur. Hann stóð áður við skúlan, men er nú sjónligari.

Levi Niclasen hugleiddi millum annað um serstaka sandvíksmálið, ið hann metti er um at fara fyri bakka, og hann takkaði teimum, ið so dyggiliga høvdu tikið undir, tá hugskotið um at fríðka økið og flyta steinin, kom fram.

Barnaheimið
Rættiliga nógv fólk var komið saman í Sandvík. Sjálvandi mangir suðuroyingar, men tað hevði eisini eydnast at fáa fólk um Suðuroyarfjørð, hóast verkfall. Eisini nógvir sandvíkingar, ið eru setstir niður aðrastaðni, vitjaðu heimbygdina hetta kvøld.

Ein teirra var lærarin og skaldið Steinbjørn B. Jacobsen. Hann fekk orðið, eftir Levi Niclasen. Hann hugleiddi og mintist afturá. Millum annað helt hann økið í Geilini hóska sera væl til minnissteinin, tí tað var her, barnaheimið hjá Martini stóð. Síðani bar hann fram yrkingina, ið hann skrivaði, tá Martin andaðist jóladag í 1966. Steinbjørn nýtir sum mynd í yrkingini landslagið í Sandvík.

Eftir hetta endaði fyrsti parturin av hátíðarhaldinum við, at sungin var sangurin Landið eg bar við mær, ið Karsten Hoydal, vinmaður Martins, yrkti.

Lívsleið og samtíð
Síðani varð farið inn í Ranhøll, har fyrilestrar, felagssangur, ábit og føroyskur dansur vóru á skránni. Lagamenn spældu afturvið felagssanginum.

Hanus Kamban, høvundur, helt nærlagdan og áhugaverdan fyrilestur um ævisøgu Martin Joensen. Hann metti, at góður lærari hevur verið í Sandvík í skúladøgum Martins, tí seinni á Háskúlanum og á Læraraskúlanum var hann ofta havdur á munni, sum dugnaligur næmingur. Lærari í Sandvík tá var Theodor Dahl og tey høvdu tá eisini føroyskt í skúlanum, hóast hetta ikki var vanligt allastaðni tá á døgum. Rikard Long heur seinni skrivað um Martin, at hann er besti næmingur, ið hann hevur havt á
Læraraskúlanum.

Hanus umrøddi mannin, lívleið og samtíð. Hann umrøddi skaldskapin, tær báðar skaldsøgurnar og tey fýra stuttsøgusøvnini.

Hann greiddi frá, at Martin var virkin í Javnaðarflokkinum og var blaðstjóri á Sosialinum í 3 og eitt hálvt ár. Hann greiddi somuleiðis frá, at Martin í Sosialinum fegnaðist, tá tað, sum var spírin til tann mentanarpolitikk, vit síggja í dag, kom fram. Í 1946 fegnast Martin í blaðgrein, tá løgtingið setur á stovn mentanargrunn.

Hanus segði, at Martin var dugnaligur lærari og ta løtuna sóust fleiri eldri fólk, óivið næmingar hjá Martini, nikka samtykkjandi.

Álvur Enni, lærari, las fyrilestur, ið pápi hansara, Jóhannes Enni, helt fyri 20 árum síðani. Millum annað varð komið inn á, at Barnablaðið var við til at fáa gongd á skrivingina hjá
Martini.

Ein av fyrireikarunum, Rannveig Hovgaard, las síðani søguna Jólagásin.

Framsýning
Eftir ábit og føroyskan dans, høvdu fólk høvi at vitja gomlu bóndahúsini, og í skúlanum skipaði Landsbókasavnið og onnur fyri framsýning.