Flúgving í Føroyum var alt annað enn vanlig í 1933, og tá ein lítil flúgvari sást yvir Trongisvágsfirði mikudagin 23. august hetta árið, vóru øll í bygdini ovurspent, bæði tí so sjáldsamt var at síggja flogfør, og tí maðurin umborð hevði verið heimsgitin í fleiri ár. Fólk høvdu frætt, at Charles Lindbergh skuldi koma til Tvøroyrar týsdagin 22. august, og tey høvdu bíðað eitt langt og sjey breið, men onki flogfar kom. Spurningurin var, um Lindbergh mundi vera farin til Hetlands og kortini ikki fór at millumlenda í Føroyum, men seinnapartin mikudagin kom fjarrit úr Reykjavík um, at Lindbergh hevði sett kós ímóti Føroyum.
Tvøráfólk høvdu ikki meira enn lisið fjarritið, so hoyrdist dun av flogfari, og Charles Lindbergh kom flúgvandi inn eftir fjørðinum. Mikil rokan var av fólki, og tey flestu runnu oman á bryggjuna at forvitnast. Flogfarið setti seg mitt fyri bygdini og varð bundið í eina boyu. Tá báturin við Charles Lindbergh og konuni legði at landi, tók formaðurin í sóknarstýrinum, Herluf Thomsen, ímóti teimum og bað mannamúgvuna rópa eitt trífalt hurrá fyri gestunum. Haðani varð farið niðan til stjóran í A/S Niels Juel Mortensen, Gudmund Mortensen. Ein langur riðil av børnum fylgdi gestunum.
Hetta var vorðið sum gestur at fáa í Føroyum í eini tíð, tá flúgving var so óvanlig. Blaðmenn høvdu sum vera man stóran áhuga fyri ferðini, og ein teirra var Jørgen-Frantz Jacobsen, ið var í Føroyum fyri Politiken. Hann hitti dagin eftir Charles Lindbergh, men flogskiparin var fáorðaður. Segði onki um ta farleið millum USA og Evropa, sum hann kannaði fyri Pan American Airways, men var fryntligur. Danskarar høvdu stóran áhuga fyri hesi farleið, so lesararnir hjá Politiken høvdu ivaleyst viljað frætt meiri frá Jørgen-Frantz Jacobsen, enn teir gjørdu, men tá Lindbergh onki vildi siga, varð tað so.
Fleyg í 33 tímar
Charles Lindbergh varð føddur 4. februar í 1902 í Detroit í USA. Hann vísti tíðliga, at hann hevði sera góð evnir at fáast við alt, sum var tøkniligt, og serliga stóran áhuga hevði hann fyri flúgving. Í 1920 fór hann at lesa verkfrøði, men honum dámdi betur at eygleiða gongdina í tí spírandi flogídnaðinum, og tvey ár seinni fór hann úr skúlanum, so hann kundi gerast flogskipari, ið framdi kynstur við flúgvisýningar. Í 1924 fór hann í amerikanska herin at fáa venjing sum flogskipari, og í 1925 stóð hann royndina sum tann besti næmingurin.
Longu í 1919 hevði ein hotelleigari í New York, Raymond Orteig, kunngjørt, at tann flogskiparin, sum fyrstur megnaði at flúgva einsamallur úr USA til Evropa uttan steðg, skuldi fáa 25.000 dollarar fyri bragdið. Fleiri høvdu roynt, og summir vóru deyðir, so sera vandamikið var at royna. Í 1927 hevði framvegis ongin framt bragdið, men Charles Lindbergh helt, at hann var førur fyri at flúgva einsamallur til Evropa. Hann bað ein handilsmann um fígging at byggja eitt heilt nýtt flogfar til ferðina. Flogfarið varð bygt í San Diego og varð nevnt Spirit of St. Louis.
Charles Lindbergh royndarfleyg 10. og 11. mai í 1927 flogfarið úr San Diego til New York. Flogferðin tók 20 tímar og 21 minuttir og var longsta flogferð tvørtur um amerikanska meginlandið nakrantíð. Tann 20. mai var hann til reiðar at seta kós ímóti Evropa. Spirit of St. Louis lætti sær á úr New York kl. 7.52 hendan morgunin, og góðar 33 tímar seinni setti Charles Lindbergh sítt heimsmet og gjørdist fyrsti maðurin, ið einsamallur fleyg tvørtur um Atlantshavið. Hann vann upp land á einum flogvølli beint uttan fyri París í Fraklandi, har túsundtals fólk fagnaðu honum.
Sonurin rændur
Charles Lindbergh gjørdist orsakað av bragdinum ein av kendastu monnunum í heiminum. Hann fekk virðislønir í hópatali og varð heiðraður á samkomum og skrúðgongum. Amerikanski forsetin, Calvin Coolidge, gav honum eisini serligt heiðursmerki fyri bragdið. Eftir ferðina fór Lindbergh at samstarva við ríkmannin, Harry Guggenheim, um at menna flogídnaðin. Teir báðir gjørdu av, at Lindbergh skuldi fara eina rundferð kring USA í tríggjar mánaðir, ið skuldi skunda undir gransking innan flúgving. Lindbergh var í 49 statum, vitjaði 92 býir og helt 147 røður. Allastaðni varð hann stórliga fagnaður.
Í 1929 hitti hann Anne Morrow, ið hann giftist við. Hon var dóttir amerikanska sendiharran í Meksiko. Lindbergh lærdi hana at flúgva, og tey fóru mangar ferðir kring knøttin. Tann 1. mars í 1932 vóru tey bæði tó fyri teirri vanlagnu, at 20 mánaðar gamli sonur teirra, Charles, varð rændur úr heiminum í New Jersey. Góðar 10 vikur seinni varð drongurin funnin deyður. Fjølmiðlarnir vóru á tremur við søgum um burturflytingina, og trýstið á hjúnini var øgiligt, meðan leitað varð eftir dronginum. Tá so deyðsboðini frættust, elvdu tey til mikla sorg.
Eftir burturflytingina hildu Charles Lindbergh og Anne Morrow tó fram at flúgva, og í august 1933 fóru tey á eina kanningarferð fyri Pan American Airways úr USA til Evropa. Hann fleyg, og hon var fjarritari. Flogfarið setti seg í Reykjavík, og ætlanin var, at tað síðan skuldi millumlenda í Føroyum á veg til Keypmannahavnar. Tann 23. august í 1933 komu tey bæði so til Tvøroyrar. Gudmund Mortensen var ovfarin av, at tey bæði, sum vóru við, vóru kona og maður. Hann hevði reitt upp til fjarritaran í einum øðrum kamari, enn Charles Lindbergh skuldi sova í.
Fingu sær døgurða
Á Tvøroyri vóru fólk sjálvandi sera errin av at hava fingið so forkunnugan gest, og sóknarstýrið hevði tí fyrireikað stóra veitslu fyri Charles Lindbergh, men hjúnini bóru seg undan. Tey høvdu ikki hug til veitslu so stutt eftir stóra sorgarleikin við soninum. Í staðin beyð Gudmund Mortensen nøkrum gestum heim við sær at eta døgurða saman við Lindbergh og konuni. Tey bæði gistu bara eina nátt á Tvøroyri. Longu á middegi dagin eftir løgdu tey frá landi aftur. Anne Morrow hevði føvningin fullan av blómum, tá tey fóru, og fleiri myndir vórðu tiknar.
Nakrir bátar komu so nær, tá Charles Lindbergh skuldi fara upp í flogfarið, at hann mátti biðja teir sleppa sær burtur. So var vitjanin at enda komin. Eftir áheitan gjørdu tey bæði eitt legg inn yvir Vágs bygd, áðrenn leiðin varð løgd ímóti Hetlandi. Tá alt hetta hendi, var púra óvist, hvør hevði rænt og dripið lítla Charles í 1932, men í 1934 varð timburmaðurin, Bruno Richard Hauptman, handtikin og ákærdur fyri morðið. Í 1936 varð hann dømdur fyri brotsgerðina og avrættaður.
Charles Lindbergh helt eftir hetta fram við sínum arbeiði í flogídnaðinum, og aftur í 1938 fekk hann eitt heiðursmerki fyri sítt arbeiði. Hendan viðurkenningin var tó umstrídd. Í 1938 høvdu fronsku og týsku stjórnirnar boðið honum at skoða flogídnaðin í londunum báðum, og Lindbergh var serstakliga hugtikin av framkomnu útgerðini hjá týskarum. Á ferðini í Týsklandi fekk Lindbergh serligt heiðursmerki frá sjálvum Hermann Göring. Tá seinni heimsbardagi brast á í 1939, kravdu fleiri amerikanarar, at Lindbergh segði heiðursmerkið frá sær, men tað gjørdi hann ikki. Tvørturímóti var hann ímóti, at USA fór upp í kríggið, men broytti støðu, tá japanarar 7. desember í 1941 lupu á Pearl Harbour.
Jarðaður á Hawaii
Undir krígnum var Charles Lindbergh tekniskur ráðgevi hjá Ford og United Aircraft Corporation, og í 1944 gjørdist hann ráðgevi í Kyrrahavinum hjá amerikanska herinum. Hóast hann var í Kyrrahavinum sum sivilur, var hann við á 50 bumbuferðum. Við síni stóru tøkniligu vitan menti hann eisini amerikonsku stríðsflogførini. Eftir kríggið tók hann seg aftur av almenna pallinum og gjørdist ráðgevi hjá US Air Force. Dwight D. Eisenhower, forseti, gav honum í 1954 høgt starv í US Air Force, og Pan American World Airways brúkti hann eisini sum ráðgeva, m.a. í sambandi við at menna jetflogfør.
Charles Lindbergh ferðaðist víða og fekk stóran áhuga fyri øðrum mentanum, m.a. í Afrika. Í 1969 tók hann aftur orðið alment og mælti frá, at jetflogfør vórðu hópframleidd at flúgva millum lond, tí hann óttaðaist fyri, at tey kundu skaða atmosferuna. Á hesum øki var hann sostatt eisini framsíggin. Charles Lindbergh doyði 26. august í 1974 í heimi sínum á Hawaii av krabbameini. Tá vóru liðin júst 41 ár, síðan hann vitjaði á Tvøroyri. Hann varð jarðaður á Hawaii. Eftir deyða hansara kom undan kavi, at hann átti seks børn við trimum ymiskum týskum kvinnum aftrat teimum seks børnunum á lívi, sum hann átti við Anne Morrow.