25 ára gamli, Simon Pytlick, ið hevur vunnið HM-gull tvær ferðir og OL-gull á einum sinni við Danmark, og spælir við týska stórliðnum, Flensburg-Handewitt undrast.
Heimsins bestu hondbóltsleikarar forvinna minni pening enn fótbóltsleikarar í donsku superliguni. Og tá er lønarlagið í donsku superliguni langt frá teimum størstu ligunum í Evropa, og ógvuliga langt frá lønunum teir allarbestu leikararnir fáa í teimum fremstu og størstu liðunum í teimum størstu fótbóltsdeildunum.
- Hetta kann tykjast margháttligt, tá ein hugsar um, hvussu nógvar tímar vit brúka upp á hondbóltin, og hugsar um á hvussu høgum støði vit spæla á, sigur Simon Pytlick í einari samrøðu við Euroman.
Sambært stóra týska ítróttarmiðlunum forvinnur heimsins besti hondbóltsleikari tvey tey seinastu árini, Mathias Gidsel, ið er liðfelagi hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin, 50.000 evrur um mánaðin. Tað svarar til umleið 374.000 krónur í okkara peningi. Og tá hevur Mathias Gidsel fyrr í ár enntá forlongt sáttmálan við týska høvuðsstaðarfelagið.
Til samanberingar forvinnur norsk-marokanski áleyparin hjá FC Keypmannahavn, Mohamed Elyounoussi 1,25 miljónir krónur um mánaðin. Mohamed Elyounoussi forvinnur also tríggjar ferðir so nógvan pening sum heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel.
Hóast stóra lønarmunin, so staðfestir Simon Pytlick í samrøðuni við Euroman, at hann hevði ikki ynskt at skift tilveruna sum hondbóltsleikara út við at verið yrkisleikari í fótbólti: - Fótbóltsleikarar uppliva ting, ið vit hondbóltsleikarar slettis ikki uppliva. Teir kunnu næstan ikki flyta seg í almenna rúminum. Sigur Simon Pytlick.
Fyri Simon Pytlick hevur tað stóran týdning, at hann sleppur at vera seg sjálvur, tá hann er staddur í almenna rúminum. Tí er hann nøgdur við sína tilveru sum hondbóltsleikari. Men hann sigur samstundis, at ynskiligt var, at hondbólturin fekk størri eksponering og umtalu.
Sambært My Planet Sport hevur fótbóltur 3,5 miljardir fjepparar kring heimin. Næststørsta altjóða fjepparaskaran hevur cricket við 2,5 miljardum fjepparum, og har er tað serliga í bretska Commonwealth, har fólkaríka India ger stóran mun. Íshokki hevur tvær miljardir fjepparar, og Tennis hevur eina miljard fjepparar. Flogbóltur, og tá er talan um bæði vanligan flogbólt og strandaflogbólt, hava 900.000 fjepparar kring heimin.
Um 100 miljónir sjónvarpshyggjarar kring heimin hava sæð OL- og HM-finalur í hondbólti hjá monnum. Til samanberingar sóu 1,42 miljardir sjónvarpshyggjarar HM-finaluna millum Argentina og Frakland í Katar í 2022. So her er munur á tølum.
Tað skal tó staðfestast, at hondbólturin er stórur í teimum londunum Føroyar deila mest søgu við. Nevnliga Danmark, Íslandi og Noregi.











