Vit føroyingar eru millum heimsins frælsastu fólk. Vit liva í einum av heimsins bestu londum – við tryggleika, møguleikum og sterkum felagsskapi.
Men hetta er ikki komið av sær sjálvum.
Sambandsflokkurin stendur fyri veruligum frælsi. Ikki bara í orðum – men í verki. Frælsi hjá tí einstaka at velja sína egnu lívsleið, at nema sær útbúgving, skapa sær eina framtíð og byggja eitt gott lív – bæði heima og úti í heimi.
Og hetta frælsið stendur sterkast í Ríkisfelagsskapinum.
Í einari tíð, har ótryggleikin í heiminum veksur, og har lond kring okkum styrkja síni samstørv, er tað meira umráðandi enn nakrantíð, at Føroyar standa sterkar saman við sínum nærmastu samstarvspørtum. Ríkisfelagsskapurin gevur okkum trygd, atgongd og styrki – bæði politiskt, búskaparliga og tá tað kemur til trygd.
Vit síggja, hvussu lond savna seg í felagsskapum – í ES, NATO og øðrum samstørvum – tí tað gevur størri styrki og betri møguleikar. Tað sama er galdandi fyri Føroyar.
Kortini hoyra vit framvegis lyftir um, at alt verður líka lætt – ella lættari – uttan fyri felagsskapin. At útbúgving, arbeiði og møguleikar bara halda fram sum áður.
Men tað er ikki veruleikin.
Rættindini, sum føroyingar hava í dag – at lesa, arbeiða og búgva í Danmark og víðari út í heim – eru knýtt at okkara støðu í Ríkisfelagsskapinum. Rættindini koma ikki av sær sjálvum, og tey kunnu ikki takast fyri givið.
Somuleiðis fáa føroyskar fyritøkur stórar fyrimunir av okkara felagsskapi. Fyritøkurnar hava atgongd til skipanir, marknaðir og samstarv, sum styrkja okkara vinnu og skapa arbeiðspláss.
Sambandsflokkurin velur ábyrgd fram um óvissu.
Vit vilja halda fast í tí, sum riggar – og menna samstarvið. Vit vilja tryggja, at Føroyar eisini í framtíðini eru eitt av heimsins bestu londum at liva og virka í.
Frælsi er ikki bara ein kensla.
Frælsi er møguleikar í verki.
Og teir tryggja vit best í felagsskapi.
Vel tryggleika, møguleikar og veruligt frælsi.
Bárður á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum











