Enn einaferð tekur Regin Vágadal upp kapping móti heimsins sterkasta manni. Kappingini skipar Regin Vágadal sjálvur fyri, og verður hon hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági. Millum luttakararnar í hesari kappingini verður heimsins sterkasti maður, Magnus Samuelsen úr Svøríki. Hetta er sami maður, sum vann kappingina Atlantic Giant á Ólavsøku í fjør.
Hinir luttakararnir í kappingini verða Regin Vágadal sjálvur og týskarin Heinz Ollesch, ið eisini var við í Atlantic Giant í fjør.
Havnin skal ikki hava alt
Hvussu ber tað til, at ein havnarmaður skipar fyri eini slíkari kapping í Trongisvági?
Eg haldi ikki, at Havnin skal fara avstað við øllum. Vit eiga eisini at skipa fyri águaverdum tiltøkum úti um oyggjarnar, tí har er áhugin eins stórur fyri slíkum tiltøkum, sum hann er í Havn. Eg havi tosað við fólk í Suðuroynni, ið siga, at tey vænta, at nógv fólk fer at koma til kappingina, sigur ein av heimsins sterkastu monnum, Regin Vágadal.
Til Skotlands at kappast
Regin Vágadal fer í næstum til Skotlands til eina styrkikapping. Hendan kappingin verður hildin í sambandi við, at árligi fundurin hjá IFSA, ið er altjóða felagskapurin fyri sterkar menn, sum Regin.
Regin Vágadal sigur, at hann ikki veit, hvør verður við í hesari kappingini, men at hann hóast alt hevur ætlanir um at liggja millum tríggjar teir bestu. Hann sigur, at gongd nú er við at koma á venjingina aftur, eftir at hann tók tað róligt um jólini.
Kappingin í Skotlandi er ikki nøkur stór kapping. Talan er bert um fimm kappingargreinar, ið verða hildnar í býnum Sheffield.