Heimsmeistararnir eru aftur á sigurskós

HM 2022: Tað bæði væl og minni væl hjá fronsku heimsmeistarunum, tá teir vitjaðu í Kasakhstan

Tað eru fleiri dystir í HM 2022-undankappingini í dag. Fyrsti dysturin var í Kasakhstan, har fronsku heimsmeistararnir vóru á vitjan. Orsaka av tíðarmunin, so var dysturin spældur nakað fyrr enn hinir, sum er á skrá klokkan 17 og 19.45.

Frakland vann dystin 2-0 og er á sigurskós, eftir at teir bara fingu javnleik í fyrsta umfarinum á heimavølli móti Ukreina. Fyrsti maður á máltalvuna var Ousmane Dembele, sum er í holt við eina endurreisn í FC Barcelona, har hann bleiv keyptur sum avloysari fyri Neymar.

Uppleggið átti Anthony Martial, sum spælir við Manchester United. Hann fór seinni av vøllunum við nøkrum, sum kann verða ein álvarsligur skaði. Áleyparin stóð fastur í vøllinum og tað er ikki ein gott tekin, men er enn ongin avkláring.

Beint fyri hálvleik bleiv tað 2-0, tá Sergiy Malyi gjørdi sjálvmál. Í seinna hálvleiki fekk Frakland brotsspark, sum stóra superstjørnan, Kylian Mbappé, tók sær av, men brendi. Hóast javnleikin móti Ukreina er lítil vandi fyri, at Fraklandi ikki sleppur við til Katar.

Bólkur D:

1.     Frakland 4*

2.     Bosnia Hersigovina 1

3.     Finnland 1

4.     Ukreina 1

5.     Kasakhstan 0

*Spælt ein dyst fleiri