Heimsstjørnurnar lýstu hetta summarkvøldið

Føroysku spælararnir vístu góðan hugburð og skoraðu, tá ið teir fyri tað mesta runnu aftaná sponsku snillingunum

Tað var europeiska superligan ímóti fjórðu ella fimtu deild. Spania er millum tey bestu í Europa og í heiminum, og Føroyar eru millum tey lægstu í Europa.

Í fína summarveðrinum varð undirstrikað, at tað vóru gestirnir, sum vóru stóru favorittarnir, og at tað vóru lítlu Føroyar, sum vóru undirtippaða heimaliðið.

Sponsku heimsstjørnurnar vístu, hvussu teir størstu spæla fótbólt. Teir løgdu seg framum 2-0, og teir vunnu 4-1.

Føroyski fagnaðurin var stórur, tá ið Klæmint A. Olsen minkaði um munin til 2-1. Eftir horna úr vinstru royndi Odmar Færø at stýra bóltin móti málinum, og so var Klæmint A. Olsen á rætta stað í røttu løtu.

Hetta var fyrsta málið fyri Føroyar hjá Klæminti, sum í kvøld var á landsliðnum fyri 21. ferð.

Tá lá tað í luftini, at kanska fór tað at verða meiri spennandi, enn tað hevði sæð út til at vera. Føroyar vunnu seg fram til fimm hornaspørk, og Klæmint A. Olsen hevði fína roynd við høvdinum, tá ið Árni Frederiksberg við frísparki legði innfyri úr vinstru, men tá fór bólturin við síðuna av málinum.

Fyri tað mesta var tað Spania, sum hevði bóltin. Í fyrra hálvleiki var leikferðin høg, og tað varð skift úr borði og í borð og við dýbd, yvirlappi og øllum tí, sum tað verður roknað við av heimsstjørnum.

Eftir steðgin var leikferðin eitt vet lægri, men tá ið føroyingarnir fóru at møðast, gekk tað mesta fyri seg í og kring føroyska brotsteigin. Føroyingarnir mistu ongantíð takið í verjuskipanini. Hugburðurin var góður, Teitur Matras Gestsson hevði fleiri góðar bjargingar, og stríðið bar við sær, at tað ikki endaði við størri tapi enn 4-1.

Málini hjá spaniólum vóru eitt sindur kloddalig, tí tvey vórðu skorað, eftir at tað ikki riggaði at varpa bóltin burtur, og so var tað eftir deyðbólt.

Úrslitið kunnu føroysku spælararnir og føroyskur fótbóltur liva við, og nú ræður tað um avbjóðingina ímóti Noregi 2. hvítusunnukvøld. 

https://www.in.fo/myndasavn/

Føroyar - Spania 1-4 (1-3)

0-1: Sergio Ramos 6.

0-2: Jesús Navos 19.

1-2: Klæmint A. Olsen 30.

1-3: sjálvmál 34.

1-4: Gayà 71.

Dómarabólkur úr Albania:  Enea Jorgji, Ridiger Çokaj, Rejdi Avdo og Juxhin Xhaja.

Føroyar: Teitur Matras Gestsson - Gilli Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Heini Vatnsdal (Rógvi Baldvinsson, 74.), Hallur Hansson, Brandur H. Olsen - Sølvi Vatnhamar, Klæmint A. Olsen (Patrik Johannesen, 68.), Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 86.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Andrias H. Eriksen, Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen

Gult kort: eingin

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

Spania:  Kepa Arrizabalaga, Chesea - Jesús Navas, Sevilla, Sergio Ramos, Real Madrid (Diego Llorente, 46.), Mario Hermoso, Espanyol, José Gayà, Valencia - Sergi Roberto, Barcelona, Rodri, Atlético Madrid, Santi Cazorla, Villarreal - Iago Aspas (Asensio, 56.), Celta de Vigo, Álvaro Morata, Chelsea, Isco, Real Madrid (Fabián Ruiz, 74.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: David de Gea, Pau López, Dani Carvajal, Iñigo Martínez, Sergio Busquets, Rodrigo, Mikel Oyarzabal, Jordi Alba, Daniel Parejo

Gult kort: Jesús Navas 46.

Venjari: Robert Moreno Gonzále