Heindrikur prinsur var tónleikaáhugaður

Hann innspældi við Michael Learns to Rock og fekk sang frá Kim Larsen.

Heindrikur prinsur, sum andaðist  fyri kortum, var ser áhugaður í mentan, list og tónleiki. Sjálvur var hann góður klaverleikari, mest tá umráddi klassiskan tónleik, og hann yrkti eisini, eins og hann fekst við skapandi myndlist, serliga við standmyndir.

 

 

Og innan tónleikin hevur hann lagt eftir seg. Løg eru sett til yrkingar hansara, sum eittnú hava verið í Kringvarpinum síðani Heindrikur prinsur andaðist.

 

 

Mangt er, sum takast kann fram viðvíkjandi prinsinum og tónleikinum. Eittnú sang Kim Larsen fyri Margrethu drotning, tá hon fylti 70 ár, og seinni, í 2012, skrivaði og innspældi Kim Larsen sang til og um Heindrik prins. Hetta er ein vinarlig lýsing av prinsinum afturvið tónleiki.

 

 

Færri vita kanska, at Heindrikur prinsur leikti klaver og innspældi saman við kenda bólkinum Michael Learns To Rock,

Hetta hendi, tá hann var klaverleikari á jazz-pop sanginum Echo saman við Michael Learns To Rock, komponistinum Michaek Hansson og tailendska jazztónleikaranum Dr. Pathorn Srikaranonda.

 

 

Talan var um eina vinagávu til táverandi tailendska kongin Bhumibol Adulyadej. Ein vinagáva millum Danmark og Tailand.

 

 

Michael Learns To Rock gjørdust kendir í 1991, og tá hevði føroyski tónleikaframleiðarin Óli Poulsen eina hepna hond við í spælinum. Seinni fekk bólkurin gjøgnumbrot í Asia, og hava teir síðani verið eitt stórt navn har.

 

 

Niðanfyri ber til at trýsta fyri at hoyra Michael Learns To rock og Heindrik prins og eisini fyri at hoyra sangin hjá Kim larsen til og um Heindrik prins.

 

https://www.youtube.com/watch?time_continue=97&v=vxaYBHXkwjU 

 

https://www.youtube.com/watch?v=gfwQ5b_b6iM