Heini í Buð fer av Shell

Í dag er seinasti arbeiðsdagur á Shell hjá Heina í Buð. Í hesum sambandi hava vit havt eitt prát við hann um hansara virki bæði á Shell og um hansara virkislív annars.

Heini er ættaður úr Hvannasundi, sonur Niels og Lenu í Buð. Niels var úr Havn og Lena var úr Sørvági. Hon var lærari har norðuri.

Tískil kom Heini at ganga í skúla hjá mammuni. Men tað kom eisini fyri, at hann gekk í skúla í Sørvági. Her vóru lærarar sum DD, kendur sambandsmaður, og Napoleon Petersen, verfaðir Maritu Petersen, fyrrverandi løgmann. 


Sum hjá flestu bygdadreingjum var leiðin at fara til skips, tá ið farið var úr skúlanum aftaná sjey ár. 


Tað fór Heini eisini. Hann fór í 1955 á snørisveiðu til saltfisk við 30 tonsaranum Viðanes við Richardi Johannesen, seinni kendur sum útróðrarmaður, og sum skipari. Heini var í fyrsta umfari til skips fram til 1960. Hann kom at uppliva kollveltingina frá snøri til snellu, sum tá var eitt rættuligt nýbrot. Tann snellan var tó tá einki í mun til teldustýrdu snellurnar í dag. 


Í 1960 fór Heini í smiðjulæru á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann hevði annars ætlað sær navigatørúrbúgving, men hann fekk ikki sýnsprøva.

Heini fór í 1965 fyrst á maskinskúla, sum tá var í núverandi sjómansskúlanum. Samstundis koyrdi hanna taksa. Fyrst gekk hann eitt ár. Tá var steðgur í undirvísingini, tí tað manglaði laboratorium. Boðini vóru at koma aftur eitt hálvt ár seinni. Hesa tíðina fór Heini til Grønlands við Hamranes, sum var ein fransktbygd slupp av Tvøroyri.

Heimkomin fer Heini aftur á maskinskúla, og hann var liðugur í 1968. Tá fór Heini út at sigla sum maskinmeistari við ØK. Hetta var ein sigling, sum var upp á londini í fjareystri sum India, Thailandi og Australia. 


Tá var ikki feriuskipan sum nú. Tíðin úti var 18 mánaðir og kundi undir serligum umstøðum vera upp til 24. Men Heini var hendan túrin 17 mánaðir burtur. Hetta var ein góður møguleiki at síggja verðina. 


Aftaná fer Heini við einum ídnaðartrolara ur Esbjerg. Tað serliga var við honum, at hann hevði fiskamjølsfabrikk umborð. Hann kundi virka 75 tons av ráfiski um samdøgrið. Hetta setti serligt krøv til meistaran. Tað hevði ikki riggað so væl frammanundan, men hetta fekst nú at rigga. Skipið tók 175 tons av mjøli og lýsi. Henda vinnan var seinni bannað, tí tað var ikki møguligt at hava eftirlit við hjáveiðuni. 


Heini fór so í skúla aftur í 1970 og fekk hann tá hægsta maskinprógvið. Hann var eisini virkin á vinnuøkinum. Var saman við øðrum í Hvannasundi við til at byggja línubátin Sundaenni, sum tá var eitt frambrot innan línuskip saman við líknandi skipum. Tað sum var serliga nýskapandi var, at skipini vóru yvirdekkað. Hugskotsmaðurin aftanfyri hetta var John Smith. 


Síðan fór Heini at arbeiða fyri Skipafelagið og var har fram til 1975.

Tá fór Heini at arbeiða sum inspektørur hjá Copenhagen Reefer, sum hevði fleiri frystifarmaskip, sum eisini sigldu við flaki úr Føroyum til USA. Teir flestu av manningini vóru føroyingar. Onkrir spaniólar vóru eisini við sum dekkarar.


Til Shell


Men hugurin var at koma heim aftur á klettarnar. Í 1986 kemur Heini at arbeiða fyri Shell. Tá var Hjarnar Djurhuus stjóri. Tað skal verða sagt beinanvegin, at Hjarnar gevur Heina sítt besta ummæli. Hann var nærlagdur, skilamaður og hevur eitt so sera gott minni. So er hann eisini ein snillingur á maskinøkinum. Hann kláraði avbjóðingar sum vóru roknaðar fyri at vera ómøguligar. 


Arbeiðsøkið hjá Heina var alt tað tekniska. Her var eisini nógv at fara um. Her vóru millum annað goymslur, tangabilar og skip.

Shell hevur havt tvey tangaskip í hansara tíð. Hetta eru fyrri og seinni Magn. Á tí tekniska økinum broytist eisini alt so skjótt, at ein skal vera kvikur fyri at kunna fylgja við. Men starvsfelagar hjá Heina siga, at hetta dugir hann væl. Ein stórur partur av tí, hann lesur, er fakbókmentir um olju og maskinur. 


Her hava eisini verið avbjóðingar. Eitt mál sum hevur spøkt í nógv ár eru tangarnir á Viðarnesi, so tætt við Havnina. Men nú eru bensinstangarnir fluttir uttan fyri bygt øki, og tryggleikin er so góður, sum hann kann vera. Um hesa áhaldandi oljudálkingina á Havnarvág heldur Heini, at bøturnar eu alt ov smáar. Skip, sum dálka, sleppa ofta bert við at gjalda rokningina fyri upptakið. 


Heini sigur, at Shell hevur verið eitt gott arbeiðspláss, har nógv er gjørt fyri trivnaðin. Umframt Hjarnar hevur hann havt Hákun, bróðurson hansara, sum stjóra. Nú er tað Hendrik Egholm.


Heini hevur eisini verið umboð fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip í Sjóvinnuráðnum. Har hava vit báðir verið saman. Tað sum eyðkendi Heina var, at hann dugdi væl at umboða síni áhugamál, og tað var gjørt á ein skilagóðan og sáttligan hátt. 


Heini hevur seinastu tíðina trappað niður. Tá ið Magn varð seldur fór samstundis ein stórur partur av hansara arbeiðsøki. Síðan hevur hann fingið ábyrgdina av øðrum. 


Men nú er tað yvirstaðið. Tað verður saknur í Heina á Shell. Hansara starvsfelagar taka til, hvussu væl hann dugur at greiða frá. Hann hevur fortalt nógvar góðar søgur frá Hvannasundi. Hann hevur verið ein góður arbeiðsfelagi. 


Vit ynkja Heina góðan byrð framyvir. Ein av fyrstu døgunum skipar Shell fyri eini móttøku, men hetta verður lýst.


ó.