Lag: Burtur á heiði
Sandavágsmaður í dag fyllir sjúti
fróur og spelkin hvønn dag gongur úti:
- hvat man í bygdini henda?
Eru teir farnir í holt við at byggja?
Hendi ein skaði, har ikki varð tryggjað?
Alt skal í prátinum venda.
Altíð er við, tá teir eru á fjalli,
gott er, tá krovini hanga í hjalli
- arbeiði, ítriv og mentan.
Á fjall hann gongur í Oknadali,
og hvønn sást tú taka mót grindahvali
ágrýtnan, fróan og spentan?
Almikla vitan um Sandavágs søgu,
virkin hann menna vil móðurmálsstøðu
- førning gav næmingum sínum.
Um Torkil og Ønund og sandavágsfólk,
tú rúnarbant mangan ein vitjandi bólk
við livandi frásagnum tínum.
Áhugamál eru gudstrúgv og kirkja
umsetir, lesur og fæst við at yrkja
- um mentan er ei nakar ivi.
Mikkjal og Mil eru komnir í bók,
staðarnøvn, og hvussu samferðslan ók,
ja, brátt verður tað við útgivið.
Verfaðir, pápi, abbi og maður
lættur í sinninum, lívligur, glaður
- lukku vit ynskja á degnum.
Takk fyri alt gott í farnu tíð,
framtíðin veri tær ljós og blíð.
Harrin tær fylgi á vegnum.
Heilsan frá børnunum við familju