Heini Hanusarson er aftur á landsliðnum

Dia Midjord og Kári Nielsen, landsliðsvenjarar, skulu brúka venjingarnar næstu dagarnar til at finna útav, hvørjir 12 útispælarar og tveir málmenn verða í endaliga hópinum, sum verður tikin út til teir báðar dystirnar í EM-undankappingini ímóti Sveis. Tann fyrri verður í Havn mikukvøldið klokkan 19 og tann seinni niðri í Zürich næsta leygardag.

Enn er talan bara um ein bruttohóp, sum er til venjingarnar, og ikki allir, sum eru við har, sleppa við. Allir í bruttohópinum eru heldur ikki tøkir enn, tí Heini Hanusarson kemur ikki til Føroya fyrr enn sunnudagin ella mánadagin, men lítið annað man vera væntandi, enn at hann verður partur av endaliga hópinum, hóast hann ikki hevur verið til allar venjingarnar.

Bruttohópurin

Bruttohópurin, sum telur 18 mans, sær soleiðis út: Finnur Hansson, Tróndur Kragesteen, Karl Herup Olsen, Ingi Olsen og Ári Dam úr Neistanum, Janus Sørensen, Regin Joensen, Esbern Patursson, Johan Hofgaard og Levi Nybo úr H71, Áki G Olsen, Agnar Joensen, Sámal Joensen og Rúni Joensen úr VÍF, Hans Áki Dal-Christiansen og Bárður Johannesen úr Kyndli, Heini Hanusarson úr Ajax Keypmannahavn og Lars L. Black úr ÍF Føroyum.