Heini Vatnsdal er nú í KÍ

Í dag váttar KÍ tíðindini, sum in.fo visti at siga fyri mánaðum síðani - Heini Vatnsdal fer nú at spæla við KÍ

So er tað staðfest. Heini Vatnsdal verður partur av KÍ liðnum restina av hesum árinum og tvey tey næstu kappingarárini. Sáttmálin er galdandi fram til ársenda 2022.

KÍ skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

Í dag kunnu vit avdúka, at Heini Vatnsdal framyvir fer at leika fyri KÍ. Heini kann røkja pláss bæði á miðjuni og í verjuni.

Heini er suðuroyingur, men valdi í 2013 at skifta til HB í Tórshavn. Stutt eftir fekk Heini debut á A-landsliðinum, tá Føroyar leiktu ímóti Írlandi á útivølli tann 7. Juni 2013.

Í 2015 valdi Heini at fara niður til Keypmannahavn í lestrarørindum, har hann skrivaði undir við Fremad Amager. Fremad Amager spælir í næstbestu deildini í Danmark.

Heini hevur seinastu tíðina havt eitt ynski um at flyta heim til Føroyar, og hevur nú undirskriva sáttmála við KÍ.

Heini Vatnsdal er skrásettur fyri 99 dystir í Betri Deildini og 19 A-landsdystir sambært Faroesoccer.

Sáttmálin ímillum Heina og KÍ er galdandi fram til desember 2022.

Síðsti dysturin hjá Heina Vatnsdal í Fremad Amager var í dag ímóti Vejle BK. Fremad Amager vann 4-1 og endaði á fjórða plássi í næstbestu donsku deildini.

KÍ fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti NSÍ.