Heitar pottar úr Svøriki á G!

G! Festival avdúkar í dag at festivalurin økir um baðilands-útbúnaðin. Umframt sera

vælumtóktu finsku saununa verður nevniliga í ár eisini møguleiki at royna siðbundnar

heitar pottar úr Svøríki.

Pottarnir, ella baðtunnurnar, sum sviar kalla tað, eru gjørdir úr granntræi, og hava

rúm fyri 8-10 fólkum at sita í samstundis.

 

Hitin er uml 40° og vatnið verður hitað í

einum innbygdum ovni, ið brennur bjarkarvið, eins og finska saunan.

 

Ætlanin er at pottarnir koma at standa tætt við finsku saununa á sandinum, soleiðis

at sandurin, sjógvurin, saunan og heitu pottarnir saman skapa eitt heilt serligt

umhvørvi, boðar G! Festivalurin frá.