Heldur deyðadóm enn hendan sorgarleik

- Av vanlukkuávum mistu vit 15 ára gamla son okkara. Sorgin ta ferðina var hin sama sum nú. Men tá kundi eg gráta, meðan hini sóu. Í hesum føri noyðist eg at krógva meg bæði á nátt og degi, tá ið gráturin vil framat, sigur Guggan, kona John Petersen, ið er fongslaður fyri neyðtøku. Í samrøðu við hana og sonin, Steinolv, verður lemjandi dómur feldur yvir løgregluna

Hin 11. mars í ár varð fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaðurin, John Petersen, funnin sekur og dømdur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu á vári í 1995. Tíggju mánaða langa fongsulsrevsingin varð seinni staðfest í Landsrættinum, og í farnu viku fór John Petersen inn at sita dómin.

Undir lonini á Túgvu í Tórshavn sita kona og børn nú og hugsa um tað, sum farið er fram. Tey vilja gera vart við viðurskifti, tey meta vera merkt av órættvísi og vantandi virðing fyri teimum, ið vara av, tá talan er um slíkt álvarsamt revsimál. Ikki við tí fyri eyga at fáa samkenslu frá Føroya fólki, men fyri at sleppast kann undan, at tílíkt endurtekur seg.

Skalvurin leyp, tá ið Oyggjatíðindi skrivaðu, at John Petersen var neyðtøkumaður.

- Dyljast skal ikki yvir, at hetta var ein sorgarleikur fyri familjuna, hóast vit onga løtu hava ivast í, at John er ósekur. Hann er eingin harðskapsmaður, hann er altíð farin væl við mær og børnunum, og eg havi altíð vigað tað góða upp ímóti tí illa, sigur Ragnhild Petersen, ið vanliga verður nevnd Guggan. Hon hevur verið gift John Petersen í 32 ár, og saman eiga tey fimm børn. Elsti sonurin doyði í vanlukku fyri 16 árum síðani.


Ótrúskapurin avkláraður

Hóast John Petersen hevur tvíhildið um sítt sakloysi, hevur hann játtað at hava verið í song við ungu gentuni, hann er dømdur fyri at hava neyðtikið. Guggan visti um hetta sambandið, nakað áðrenn skriðan leyp.

- John og eg hava havt eina stóra uppgerð um ótrúskapin. Hetta varð avklárað okkara millum, tá ið málið kom fram. Men tá ið Oyggjatíðindi fóru at skriva um eina unga gentu, sum varð neyðtikin í okkara heimi, stóð eg sum kánus. Tá ið neyðtøkumálið seinni var veruleiki, vórðu vit snøgt sagt fyri ongum. ? Kortini skal sigast, at av øllum teimum mongu tárum, ið fallin eru, eru eingi teirra fallin, tí maðurin hevur verið ótrúgvur. Tað er farið afturum, tí avleiðingarnar av málinum hava verið nógv størri. Ótrúskap hava menn altíð framt, og soleiðis fer altíð at vera, sigur Gugg-an.

Tað, ið hevur nívt Gugg-una og børnini mest, er almenna úrlatingin og eyðmýkingin av manninum. Sambært teimum hava fjølmiðlarnir ikki himprast við at válkað sær í málinum.

- Vit skulu øll liva her í landinum, og eg meti, at miðlarnir áttu at hildið sær, millum annað tí, vit eiga eina 12 ára gamla dóttir. Hon var í føðingardegi tað kvøldið, dómurin fall, og sat saman við øllum floksfeløgunum, tá ið sjónvarpið bar út um allar geilar, at John var funnin sekur í neyðtøku. Sjónvarp Føroya gjørdi hetta, hóast inniligu áheitanir okkara um at bíða við tíðindunum, til vit kundu tryggja okkum, at dótturin ikki sá innslagið. Vit vóru tá stødd í Skopun, meðan dótturin var í Havn. Løtu seinni var sálarliga sundurknústa dótturin í telefonini, sigur Guggan, ið lítið gott hevur at bera hinum fjølmiðlunum.

Sonurin, Steinolvur Petersen, er samdur. Hann royndi sjálvur at rætta nøkur tíðindi í útvarpinum.

- Vit høvdu skrivað eitt stutt og greitt tíðindaskriv eftir dómin, sum útvarpið bert endurgav í brotum, og tað gjørdist eg sjálvsagt í øðini um, sigur hann, sjónliga sinnisrørdur


Illa viðfarin av Bergleifi

John Petersen er dømdur fyri at hava framt brotsverkið einsamallur. Men familja hansara kennir seg kortini viðfarna sum ringasta brotsmannalið. Guggan væntaði, at løgreglan fór at seta seg í samband við seg, meðan neyðtøkumálið varð kannað. Sambært Gugguni tí, at løgreglan var greið yvir, at Guggan visti um viðurskifti, ið tóku broddin av málinum. Men Guggan fór skeiv.

- Vit leggja ikki alla løgregluna undir at hava handfarið málið ófantaligt, men leiðarin á kriminaldeildini, Bergleif Brimvík, hevur bart út sagt borið seg at, sum eitt, ið ikki kann nevnast. Hann hevur ikki viljað tosa við meg, men hevur sett seg í samband við vinir og fólk í familjuni, eisini uttanlands, við tí fyri eyga at byggja skuldsetingar upp ímóti John. Til dømis hevur hann roynt at fingið ein vinmann okkara at melda John fyri at hava neyðtikið konuna. Hesi ráðagerð vildi hesin maðurin als ikki luttaka í.

? Løgreglan hevur lopið á leistum fyri teimum, ið vildu fella John, heldur Guggan.

Hon sigur seg hava viljað tosað við gentuna, sum John er dømdur fyri at hava neyðtikið, fyri at fáa greiði á nøkrum ógreiðum viðurskiftum. Ein óætlað roynd endaði við einum polititilhaldi, sum merkir, at Guggan ikki má nærkast gentuni og foreldrum hennara.

- Vit spyrja, um løgreglan er til fyri nøkur útvald fólk og ikki fyri onnur, tá ið hon soleiðis leypur á leistum fyri ávísum, sigur hon.

Nú ivast Guggan og Steinolvur ikki í, at hvørki gentan ella foreldur hennara upprunaliga ætlaðu, at málið skuldi fáa tær avleiðingar, sum tað hevur fingið.

? Løgreglan hevur nýtt høvið at fella ein valdsmiklan mann, og tá kavabólturin er farin á rull, ber ikki til at steðga?


»Tú ert neyðtikin av pápa tínum«

Mest ógvusliga dømið um atburðin hjá leiðaranum á kriminaldeildini hevur samband við miðlingadóttrina hjá John og Gugguni.

- Harðasta skotið, vit fingu fyri bógvin, var, tá ið løgreglan tíðliga ein morgunin passaði sær løgir og lúrdi seg inn á systur mína, ið lá einsamøll á loftinum og gav nýføðingi sínum bróst.

? Henni varð noktað at geva boð frá sær, áðrenn løgreglan fór avstað við henni. Við sær høvdu løgreglumenninir noytt pápan at lítla barninum. Hann skuldi vera dadda, meðan avhoyringarnar fóru fram.

? Systir mín hevur altíð verið vard av familjuni, og beint áðrenn hon skuldi eiga royndu vit at verja hana ímóti floyminum av tíðindum um pápan, greiðir Steinolvur frá fyri at leggja dent á, hvussu kenslusom systirin er.

Tá ið hendingin fór fram, var Guggan í berari ørkymlan farin til Danmarkar nakrar dagar, og John var ikki inni júst í teirri løtu, løgreglan kom á dyr. Heimkomin skilti Guggan, at okkurt var spinnandi galið. Sjónligt var, at dótturin var púra forfard, men mamman fekk drigið úr henni, at leiðarin á kriminaldeildini sjálvur annar hevði noytt hana á støðina og avhoyrt hana í tríggjar tímar.

- Undir avhoyringini tráspurdu Bergleif Brimvík og ein annar løgreglumaður dóttrina, um pápin hevði misbrúkt hana kynsliga, og um hon hevði verið við barn við pápa sínum og hevði fingið framt fosturtøku av hesi orsøk.

? Upp í saman trúttaði Bergleif niður í systir mína: »Tú ert neyðtikin av pápa tínum! Tú ert neyð-tik-in av pápa tínum! Sig tað bara! Sig tað bara!« Teir søgdu, at henni nýttist bert at siga ja, so var leyst og liðugt, men hon megnaði at standa ímóti trýstinum og avvísti illgitingunum, sigur Steinolvur.

Seinni vísti tað seg, at pápin at barninum hjá miðlingadóttrini longu var heintaður og avhoyrdur nakrar dagar frammanundan. Løgreglan fregnaðist tá um, hvussu John og Guggan høvdu tað sínámillum. Men hesin drongur kom ikki í húsið fyrr enn síðsta summar, og visti tískil onki at siga.

Ongin frágreiðing er eftir øllum døma um hesa avhoyringina. Sambært Gugguni og Steinolvi varð drongurin samstundis hóttur til ikki at siga nakað um hesa avhoyringina.


Eigur at fáa avleiðingar

Guggan fór beina leið til ein annan løgreglumann og kærdi sína neyð. Hesin ráddi henni til at søkja sær løgfrøðiliga hjálp, men higartil er einki hent í málinum. Sambært Gugguni var talan um sálarligan yvirgang. Dótturin fekk á ongum sinni tilboð um sakførara- ella aðra hjálp. Hon varð heldur ikki kunnað um, at hon kundi sýta fyri at siga nakað.

- Men vit kendu okkum hjálparleys. Hatrið bara vaks og vaks ímóti Bergleifi Brimvík. Nú ein tíð er fráliðin, seti eg tann spurning, at tá hesin løgreglumaðurin nýtti so skitna framferð ímóti systir míni, hvussu hevur hann tá ikki lagt trýst á gentuna, sum pápi mín er dømdur fyri at hava neyðtikið. Kanska hevur hann goyð tað sama upp í andlitið á henni: »Sig, at John Petersen hevur neyðtikið teg!«, »Sig, at John Petersen hevur neyðtikið teg!«, sigur Steinolvur.

Niðurstøðan hjá Gugguni og Steinolvi er, at ongin rættartrygd er í Føroyum, tá ið slíkt kann fara fram. Tey umhugsa enn at venda sær til Mannarættindadómstólin.

- Í Føroyum hava vit onga vón um nakra rættartrygd so leingi vit hava løgregluna og dómsvaldið ímóti okkum, og tað er ein sannroynd, at rætturin ræðist Oyggjatíðindi. Okkara vón er, at søga okkara fær avleiðingar innan løgregluna í Føroyum, so onnur ikki koma illa fyri eins og vit, staðfestir Guggan.

- Vit eru neyvan eindømi, og tí kenna vit okkum noydd at koma alment fram við hesum, sigur Steinolvur avgjørdur.

- John hevur rátt mær frá at fara í bløðini við okkara søgu, og satt at siga ræðist eg fyri, hvat kann henda honum nú, hann situr í fongsli í sama bygningi, sum Bergleif Brimvík arbeiðir í, sigur Guggan.


Kærleikin sigrar

Familjan hjá John Petersen hevur fyrr verið fyri hørðum stoyti. Men í hesum føri tykist vegurin úr vanlagnuni at vera sera tungur.

- Vit hava verið úti fyri at mist ein 15 ára gamlan son. Sorgin var hin sama, men tá kundi eg gráta, meðan hini sóu. Ja, eg kann siga tað bart út, at deyðadómur hevði verið frægari loysn fyri okkum, enn hesin sorgarleikur. Tá trýstið var størst, tosaðu John og eg í roynd og veru um, hvør okkara skuldi taka lívið av sær, fyri at fáa bilbukt við umtaluni, men John var tann, ið helt høvdið kalt.

? Nú John er dømdur fyri neyðtøku, havi eg verið noydd at krógva meg bæði á nátt og degi, tá ið gráturin vildi framat, sigur Guggan.

Og nógv hevur staðið á Gugguni. Hon veit at siga, at ein sunnumorgun tíðliga stóð blaðstjórin á Oyggjatíðindum og lúrdi í einum bili beint aftur undir einum húsahorni í grannalagnum, samstundis sum ein løgreglubilur stóð á einum horni tætt við húsini.

Familjan hjá John Petersen hevur eftir øllum at døma megnað at staðið ímóti ógvusliga trýstinum, meðan neyðtøkumálið hevur verið frammi.

? Kærleikin vinnur á øllum, staðfestir Guggan.

? Vit hava havt tað so fantastiska gott saman sum hjún og familja. John hevur verið ein góður maður og pápi sum eingin. Vit hava upplivað gleði og stóra sorg saman, sum kanska eingin annar, sigur hon.

Og Steinolvur tekur undir við mammuni.

- Mamman og pápin hava verið nøkur fantastisk foreldur. Tey hava altíð verið erlig ímóti okkum og ikki dult nakað í longdini. Lættasta loysnin kundi verið at tikið lógina í egnar hendur. Vit eru jú tiltikin fyri at vera illsint, men hetta illsinnið hevur samstundis tryggjað, at gjørt hevur verið upp so hvørt, illstøður hava verið. Og so eru vit komin víðari, leggur hann dent á.

Styrkina at vinna á kreppuni hava Guggan og børnini funnið í samanhaldi, góðum vinabondum og Guði.

- Tað er altíð onkur, sum vendir einum baki í eini slíkari støðu, men í vinaskaranum hava vit funnið hollan stuðul. Samstundis eru vit takksom fyri, at fyrilit hevur verið víst yngstu dóttir okkara, sigur Guggan.

- Tað, sum John hevur gjørt ella ikki gjørt, bøtir hann nú fyri. Tá ið hann verður fríur, fari eg at arbeiða til síðsta blóðsdropa, so at hann kemur upp har, hann eigur at vera, sigur Guggan, og sipar her til virðingina, John Petersen hevði millum manna.

- Eg havi onga løtu ivast í, at pápi er ósekur, og til síðstu løtu ivaðist eingin okkara í, at hann fór at verða fríkendur. Aftaná kunnu vit staðfesta, at hann ikki skuldi havt verið erligur (sagt, at hann hevði verið í song við gentuni, blaðf.). Tað er bara komið honum aftur um brekku. Tey, sum hava drigið hann niður í dýkið, kunnu ikki hava tað gott í dag. Ivaleyst eru nøkur, sum frøast um okkara vanlagnu. Pápi hevur verið politikari og allir politikarar hava óvinir, men hesi eru fáir aftur ímóti fjøldini, sum er farin væl við okkum.


Grátur fyri

læstum durum

Sum familja hava Guggan og børnini valt at líta frameftir.

- Vit eru rímiliga sterk, men hava kortini valt okkum ein skort til tess at verja okkum í gerandislívinum. Eg kann hava virkað kensluleys og køld; men eingin skuldi síggja á okkum, at vit vóru í stórari kreppu. Til hvørja nyttu hevði tað verið, at eg gav skarvin yvir, spyr kona John Petersen hugsunarsom, og leggur afturat, at eingin eigur at vera í iva um, at tá ið dyrnar eru læstar og hon er einsamøll, sleppa kenslurnar framat.

Steinolvur og elsta systirin eru farin til Grønlands at arbeiða, men Steinolvur vísir aftur, at tey eru rýmd av landinum orsakað av neyðtøkudóminum.