Tá ein hugsar um baðirúm, ketlar og hitapumpur, so slepst ikki uttanum fyritøkuna Svend Krosstein.
Fyritøkan er í dag helst at rokna, sum ein av góðu og gomlu fyritøkunum í landinum, og stendur hon í dag sum tryggur veitari innan HVS og frítíðarútgerð.
Svend Krosstein hevur alt innan baðirúmsútgerð, og alt innan ketlar og og hitapumpur.
Frítíð
Men eisini er fyritøkan kend fyri at hava annað, enn keltlar, baðirúmsinnbúgv og hitapumpur.
Tað er nevniliga so, at Svend Krosstein er ein av dyggastu veirarunum og vegleiðarunum, tá tað ræður um at útvega røttu útgerðina til teirra, ið hava ávísar frítíðaráhugar, so sum haruskjóting og frítíðarfisking.
Áralangar royndir hevur fyritøkan sum veirari á hesum økinum.
Tá tíðin nærkast, at menn og kvinnur standa við firðir og sund fyri at vita, um slongitráðan kann brúkast til at skaffa døgurðan á borði, ella hetta bara verður gjørt fyri spenningin og friðin, so hava tey flestu verið hjá Svend Krosstein, tí har er øll tann rætta fiskiútgerðin at fáa.
Og tá harutíðin er fyri, so eru menn eisini inni á gólvinum hjá Svend Krosstein, tí har eru byrsur og tað, ið hartil hoyrur, at fáa, og eisini her hevur fyritøkan áralngar royndir at vísa á.
Góðkenning
Í fyritøkuni siga tey, at ein av dygdunum er, at vøran er á goymslu, tí goymslan er stór. Eisini verður roynt at koma so nær framleiðaranum, sum til ber, so sleppast kann undan millummonnum, ið gera vøruna dýrari.
- Heldur góðsku, enn bert tað bíligasta, siga tey í fyritøkuni.
Eisini er vert at leggja til merkis, at dentur verður lagdur á, at vørurnar, ið Svend Krosstein hevur at selja, lúka danskar góðkenningar.
Umelið 20 fólk arbeiða hjá Svend Krosstein.