Helgi fyri fimtu ferð

Helgi Dam Ziska setti met um vikuskiftið, tá hann sum tann fyrsti syrgdi fyri sínum fimta FM-heitið á rað í snartalvi

Talv

 

35 telvarar sessaðust við talvborðini í Havnar Telvingarfelag, tá FM í Snartelving varð telvað seinnapartin. Telvaði vórðu 9 dupultumfør - ella samanlagt 18 talv. Umhugsunartíðin er bert 5 minuttir í part til talvið í snartelving og hetta innibar til tíðir sera undirhaldandi snartelving har ferðin var øgilig.

Undan FM Kappingini í dag, vóru 3 telvarar. sum áður hava vunnið FM heitið 4 ferðir, síðani kappingin byrjaði í 1980. Spenningur var sostatt, um Helgi Dam Ziska megnaði at taka metið. Og Helgi megnaði setningin. Vann FM heitið við 15½ stigi, av 18 møguligum. Sostatt skrivaði Helgi seg í søgubøkurnar sum mest vinnandi snartelvarin nakrantíð. Leggjast kann afturat, at tað er heilt einastandandi at hava vunnið FM heitið 5 reisur uppí slag. Enn eitt met sum verður sera sera trupult at knógva.

Men Helgi slapp ikki snikkaleysur í kappingini í dag. Olaf Berg, sum gjørdist nr. 2 við 14 stigum, gav Helga av álvara ein skarpan gang tá hann vann Helga 2-0. Nakað óvæntað úrslit, men Olaf hevði mist stig á leiðini og tískil rakk sigurin á Helga ikki til 1. plássið. Finnbjørn Vang gjørdist nr. 3 við 12½ stigi.

Fleiri av okkara stinnastu snartelvarum luttóku í orrustuni við FM vinnaran. T.d. John Rødgaard, Martin Poulsen, Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Torkil Nielsen - umframt Olaf Berg og Finnbjørn Vang.

Kappingina um styrkisvirðislønirnar vunnu Rógvi Egilstoft Nielsen (1 ratingvirðisløn), Heiðrikur Tindskarð Jacobsen (2 ratingvirðisløn) og Einar Gregersen (3 ratingvirðisløn).