7. og triði síðsta umfar í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar var á skránni seinnapartin. Oddafiskurin Helgi Dam Ziska vann við hvítum á Olafi Berg. Carl Eli Nolsøe Samuelsen vann við svørtum á Hans Kristiani Simonsen. Helgi er eitt stig undan Carl Eli á støðutalvuni.
Teir báðir næstu eru Ólavur Simonsen og Olaf Berg. Teir hava fýra stig og harvið tvey færri enn Helgi. Tí er tað bara Carl Eli, sum hevur evarska lítlan møguleika at fáa Helga aftur, men millum luttakarar og áskoðarar í Eysturskúlanum er eingin ivi. Leygardagin verður Helgi Dam Ziska FM vinnari fyri fyrstu ferð.
Ólavur Simonsen vann við hvítum á Torkili Nielsen. Eftir fína byrjan upp á kappingina er steðgað púra upp hjá Torkili, sum einki hevur fingið burturúr trimum teimum seinastu umførunum.
Eitt sindur óvæntað var tað, at Finnbjørn Vang í dag megnaði fulla úrtøku ímóti Herlufi Hansen, sum í gjár og í fyrradagin vann.
Martin Poulsen megnaði við svørtum ikki meiri enn remis ímóti Rana Nolsøe, sum harvið tvífaldaði sína úrtøku.
7. umfar
1: IM Helgi Dam Ziska 6,0
2: Carl Eli N. Samuelsen 5,0
3-4: Ólavur Simonsen og Olaf Berg 4,0
5: Martin Poulsen 3,5
6-8: Herluf Hansen, Torkil Nielsen og Hans K. Simonsen 3,0
9: Finnbjørn Vang 2,5
10: Rani Nolsøe 1,0
8. umfar langa fríggjadag kl. 14:
Torkil Nielsen 2058?Olaf Berg 2183
Martin Poulsen 2303?IM Helgi Dam Ziska 2400
Carl Eli N. Samuelsen 2231?Rani Nolsøe 2036
Herluf Hansen 2023?Hans K. Simonsen 2178
Ólavur Simonsen 2092-Finnbjørn Vang 2081