Hellas Verona mátti lúta fyri Genoa

Andrias Edmundsson var sambært Flashscore/Soccerstand besti leikarin hjá heimaliðnum

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona hava tað torført í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A.

 

Í dag gjørdist talan um 0-2 tap fyri Genoa á heimavøllinum, Stadio Marc'Antonio Bentegodi. Genoa skoraði málini seinasta hálva tíman.

 

Andrias er sambært Flashscore/Soccerstand besti leikarin hjá Verona í dag. Andrias fær karakterin 7,3 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin hjá Verona-leikarunum er 6,3.

 

Verona hevði átta royndir á málið hjá Genoa, men bert eina innanfyri málrammurnar.

 

Verona er næstaftast í deildini við 18 stigum. Teir hava sjey stig upp til Fiorentina, ið er á týðandi seytjanda plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í Seriu A.

 

Verona hevur nú níggju dystir eftir at leika í kappingini. Komandi sunnudag klokkan 14 verður talan um útidyst móti Atalanta.