Øssur og AB eu á toppinum

Uppflytararnir av Argjum hava við trivaligum sigri við Margáir fulla úrtøku og eru nýtt topplið

Spurningurin hevur verið, um tað fer at eydnast uppflytarunum á Argjum at skava nóg nógv stig saman fyri at sleppa undan niðurflytingini.

 

Eftir tvey umfør er tann spurningurin ikki aktuellur. Í dag vann AB 3-0 við Margáir. Trivaligi sigurin ber við sær, at Øssur Hansen og hansara menn eftir tvey umfør hava fulla úrtøku, og tað er merkisvert, at einki mál er farið ígjøgnum hjá fína AB málverjanum Jesper Sørensen. Málmunurin er 5-0.

 

Í dag vóru argjamenn nógvar ferðir betri enn mótstøðumenninir. Serliga í fyrra hálvleiki var tað lítið ella rættari sagt einki veiggj í EB/Streyma monnunum. Tað bar við sær, at Sigfríður S. Clementsen undan seinna hálvleiki skifti tríggjar spælarar út, og seinni hálvleikur var ikki so gamal, tá ið heimaliðið hevði skift fimm spælarar út.

 

Meðan tað var lítið, sum riggaði hjá heimaliðnum, sum er uttan úrtøku eftir tvey umfør, og nýggju menninir ikki vístu nakað serligt, so var AB ágangandi og væl skopað. Argjamenn vóru í fyrra halvleiki á bóltinum nógv størsta partin av tíðini, og leiðslan kundi havt verið størri enn 2-0.

 

Eftir flatt innlegg úr vinstru frá Sjúrði Henriksen var tað Brian Jakobsen, sum við nærra stólpa setti hol á, og við langskoti, sum EB/Streyma málverjin ivaleyst iðrar seg um, at hann ikki vardi fyri, økti Gunnar Reynslág um munin til 2-0.

 

Teir í EBStreymi vóru meiri ágangandi í seinna hálvleiki, men tá ið tað sá út til, at teir vóru við at fáa fatur á spælinum, økti AB um munin til 3-0. Tíggju minuttir eftir steðgin legði Sjúrður Henriksen við frísparki fram úr vinstru, og miðverjin Sørin N. Samuelsen stýrdi við høvdinum bóltin í málið.

 

Í triðja umfari fer EB/Streymur at fáa vitjan av KÍ, og í triðja umfari fer AB at spæla á útivølli ímóti NSÍ.