Hellurnar 150 ár

-

Komandi vikuskifti - 14. og 15. aug. - verða stórir dagar á Hellunum. Tá hevur bygdin valt at halda 150-ára føðingardag sín. Hvønn dag í árinum fólk settust niður á Hellunum kann ikki prógvast neyvt við skjølum. Vist er tað tó, at hetta má hava verið um summarið í 1849.

Fólkið á Hellunum ætlar ikki, at dagurin skal fara aftur við borðinum, uttan at okkurt skal gerast burturúr.


Leygardagin 14. aug.

Kl. 14.00. Verður hátíðarhaldið sett, tá ið Eli Jensen fer at bjóða vælkomin við bønhúsið á Hellunum, har minnisvarði, sum Frits Johannesen hevur evnað til, verður avdúkaður. Hallbjørg Hansen, borgarstjóri, fer fyri Fuglafjarðar Býráð at siga nøkur orð og bera fram heilsan til «føðingardagsbarnið» fyri handan Skarð. Fuglafjarðar Hornorkestur fer at spæla.

Kl. 15.00 bjóðar bygdin til kaffi í einum rúmligum tjaldi, sum verður sett upp til endamálið. Her fer Fuglafjarðar Manskór at syngja og ein bók um Hellurnar í 150 ár verður løgd fram av Helenu Samuelsen, sum eisini hevur trátt barnaskógvar sínar á Hellunum. Alfred Klein fer at leggja fram eitt hefti við staðarnøvnum úr Fuglafjarðar Sókn, har hann serliga umrøður støð í fjøllunum fyri handan Skarð og fram við landinum til Fuglafjarðar. Síðan fer Jórun Eið Johannesen at greiða frá um framsýningar og tiltøk í samband við hátíðarhaldið.

Kl. 16.30 lata myndaframsýningar upp. Í gamla handlinum verður framsýning við gomlum fotomyndum, og heima hjá Atla og Jórun - »Undir Hæddini« - verður listarframsýning, somuleiðis sum elstu húsini á Hellunum - hjá fyrstu niðursetufólkunum Rakul og Janus Jensen - standa opin fyri vitjandi. Poula og Jústinus Ejdesgaard, sum í dag eiga húsini og hava restaurerað tey, taka ímóti.

Kl. 18.30 lata framsýningarnar aftur.

Kl. 19.00 byrjar nátturðaborðhald, har Jóhan Heri Joensen, formaður í mentanarnevnd Fuglafjarðar Kommunu, bjóðar vælkomin og flytir fram røðu.

Við hetta borðhald fer Jonna Johannesen, av Hellunum, at hugleiða um heimbygd sína. Petur Jensen fer at bera fram egnar yrkingar og Sámal og Ravnsfjall og Karl Martin Samuelsen fara at luttaka við sangi og tónleiki. Høvið verður eisini at bera fram heilsanir og kvøður til Hellurnar, somuleiðis sum sangur eisini verður.

Kl. 24.00 verður hesin fyrri hátíðardagurin endaður við midnáttarbáli.

Sunnudagin, 15. aug.

Kl. 11.00 verður farið til gudstænatu í bønhúsinum við Høgna Poulsen, presti.

Kl. 14.00 lata framsýningarnar upp.

Kl. 16.00, um tað viðrar, verður árligi fólkafundurin, sum Fuglafjarðar Fornminnisfelag skipar fyri, settur á Skarðinum. »Fjallarøðan« í ár verður hildin av Arna Nørrevang, sum eigur ikki so fá fet um hesar leiðir. Her verður eisini bæði hornorkestur og felagssangur. (Minnist til, at tað tekur frá 1/2 til 1 tíma at ganga niðan).

Ístaðin fyri - sum hini árini - at fara niðan á Altarið eftir fundin, verður í ár farið oman á Hellurnar eftir Sjúrðargøtuni.

Kl. 18.00 standa tey tilreiðar á Hellunum við onkrum góðum til matna og hugna í tjaldinum.

Kl. 19.00 byrjar felagssangur í tjaldinum.

Kl. 20.00 endar hátíðarhaldið.

Aftur at hesum, sum nevnt er, verður báðar dagarnar ymisk framførsla við upplestri, tónleiki og sangi frá Kingoløgum til tað meira modernaða.

Komandi vikuskifti verður tí bara at seta merki í álmanakkan og skriva Hellurnar á. Bæði bókin: Hellurnar 150 ár, heftið: Staðarnøvn í Fuglafjarðar Sókn og ein plakat við mynd av Hellunum, sum Heðin Kambsdal hevur málað, verða at fáa til keyps. Annars er at kalla alt ókeypis at njóta hesar báðar dagarnar. Tó verður møguleiki hjá vælvildarfólki at leggja eitt oyra eftir seg í ein kistil, sum verður settur upp til endamálið. Hesin peningur er ætlaður til ein mentanargrunn, sum skal stuðla siðsøguligum tiltøkum á