Í gjár fylti burmesiski andstøðuleiðarin Aung San Su Kyi 62 ár. Av teimum seinastu seytjan árunum hevur hon sitið ellivu ár og 238 dagar í húsavarðhaldi, so hesa ferð helt hon enn ein føðingardag í varðhaldi.
Men tað merkti ikki, at onnur høvdu gloymt hana og dagin. Tvørturímóti varð skipað fyri stórum mótmælistiltøkum víða um heimin, har fólk í túsundatali mótmæltu húsavarðhaldinum og kravdu, at Aung verður latin leys alt fyri eitt.
-Tað er undrunarvert, at ein so lítil kvinna skal hava so stóra megi í sær, men tað er týðiligt, at hon man vera ein vandamikil kvinna, eftir sum tað ringasta einaræðið í Asia ikki torir at lata hana sleppa úr húsavarðhaldinum. Hetta sigur eitt sindur um, hvussu stóra megi tað hevur, at ein er lógliga valdur, sigur norski politikarin Børge Brende, sum er formaður í altjóða politikarafelagsskapinum PD Burma.
PD Burma leggur støðugt trýst á hernaðarstýrið í Burma fyri at fáa tað at lata Aung San Su Kyi leysa. Herumframt hava 59 fyrrverandi forsætisráðharrar og forsetar skrivað undir eina áheitan á stýrið um at lata hana leysa. Millum teir 59 eru eitt nú Bill Clinton, George W. Bush eldri og Jimmy Carter.
Flokkurin hjá Aung San Su Kyi vann stórsigur á tjóðartingsvalinum í Burma í 1990, men hon og flokkurin fingu ongantíð valdið, tí herurin legði uppí. Sambært Amnesty International eru umleið 1.200 politiskir fangar í Burma, og teirra millum eru nakrir av teimum, sum vórðu valdir á valinum í 1990.