Í morgun hevur 22-ára gamla Ina Libak vitnað móti hópdrápsmanninum, Anders Behring Breivik, í Oslo tingrett.
Hon var rakt fimm ferðir av skotum frá Breivik, men yvirlivdi.
- Eitt av skotunum rakti meg í kjálkabeinið og knústi tað. Eg fekk ein smakk í munnin, sum eg ongantíð hava smakkað fyrr. Kúlan fór tvørtur gjøgnum kjálkabeinið, so eg royndi at halda tí upp á pláss, greiddi Ina Libak frá í rættinum.
Hon fortaldi um ræðuligu hendingina, sum fór fram í lítla salinum í kaffihúsinum á Utøya, tá 33-ára gamli dráps- og terrorákærdi Anders Behring Breivik í følskum politiuniformi skjeyt um seg í salinnum.
Tey ungu hálaðu eitt klaver yvir í eitt horn og goymdu seg har. Tá politiið kom fram til kaffihúsið, funnu tey sjey ung skotin og dripin í salinum. Myndirnar við blóðhyljunum tala sítt týðiliga mál um, hvussu Breivik hevði skotið fyri at drepa øll í salinum.
- Eg minnist øll skotini, sum raktu meg. Tá eg varð rakt í armin hugsaði eg: Hetta kann eg koma livandi frá. Tá eg varð rakt í kjálkabeinið hugsaði eg: Hetta er meira álvarsamt. Og tá eg varð rakt í bringuna hugsaði eg: Hetta kann eg doyggja av, greiddi Ina Libak frá.
Hon hevur onga hóming av, hvussu vinir hennara, sum goymdu seg aftan fyri klaverið saman við henni, vóru dripin. Hon minnist seg heldur ikki hava sæð Breivik inni í lítla salinum.
- Tann løtan, tá eg goymdi med aftan fyri klaverið, meðan hann royndi at skjóta hini, til eg rann út, er púra burtur úr mínum minni. Eg minnist einki til fólk, sum doyggja. Eg minnist bara andlit teirra, beint áðrenn tað hendir, segði hon í rættinum.
Tað skrivar norska heimasíðan vg.nett