Hendan kann detta niður hvar tað skal verða

- Tað er tó mest sannlíkt, at rakettin lendir onkustaðni í havinum, sigur granskari.

 

Rúmdarrakettin, sum sæst á myndini omanfyri - Long March 5B - kann sambært rúmdargranskarum detta niður allastaðni á jørðini. Hetta er ein rakett, sum er brúkt til at senda út eitt høvuðsmodul til nýggju rúmdarstøðina hjá Kina. 

Rúmdargranskarar stúra fyri, at parturin av rakettini, sum vigar 20 tons, kann detta ein av næstu døgunum. Sniðið av rakettini ger, at høvuðsparturin ikki kann stýrast, og tískil ber ikki til at lenda við henni á ávísum staði á jørðini.

Stjørnuspekingurin, Jonathan McDowell, sum starvast við Harvard & Smithsonian Center for Astrophysics í Cambridge í USA, sigur, at tey ikki vita, hvar á jørðini rakettin kemur at lenda.

Tað er eisini óvist, hvussu nógv verður eftir av rakettini - Long March 5B - tá hon kemur inn í jarðarlofthavið aftur, men sambært stjørnuspekinginum verður hetta nóg mikið til at kunna gera skaða.

- Tað er tó mest sannlíkt, at rakettin lendir onkustaðni í havinum, sum telur 70 prosent av jarðarflatuni, sigur ein annar serfrøðingur, Andrew Jones, á netsíðuni - spacenews.com. Hann leggur aftrat, at sannlíkindini fyri, at rakettin fer at raka menniskju á jørðini, tá hon dettur niður, eru sera, sera lítil.