Hendan rakettin drap 298 fólk

Hetta er partur av rakettini, sum sprongdi MH17, ferðafólkaflogfarið, sum datt niður har eysturi í Ukraina. 298 ferðafólk mistu lívið í flogvanlukkuni, sum elvdi til stóra diplomatiska kreppu millum vestur- og eysturheimin, og sum leiddi fram til, at Russland tók seg inn á Krim-hálvoynna.

 

Granskarar hava kannað vrakleivdirnar og annað, sum varð funnið nærindis vanlukkustaðnum, og í hesi vikuni hava teir almannakunngjørt spildurnýggjar myndir.

 

Rakettin, sum sæst á myndini, er ein russisk Buk-rakett, og granskararnir vænta, at hon er orsøkin til vanlukkuna. Trupulleikin er, at ikki ber til at siga, hvør eigur rakettina, tí bæði russiski herurin og ukrainskir uppreistrarmenn hava atgongd til hesar rakettirnar.

 

 

Granskararnir vóna, at víðari kanningar fara at kunna staðfesta, hvaðani rakettin var skotin, og at hetta fer at geva eina greiðari ábending um, hvør tað var, ið skjeyt hana.