Hendingar við BUBU eru tað størsta

- At so mong børn framvegis koma til BUBU tiltøk, ger meg fantastiska glaðan, sigur Finn Johannessen.

Hvussu heldur tú jól, og hvat siga jólini tær?

 

- Í ár er fyrsta árið, at vit beiggjarnir eru savnaðir og saman við familjum okkara hátíðarhalda jólini. Vit eru í Vági og eru tilsamans 14 fólk. Jólini er fantastiskt tíð. Fyrst er tað sera hugnaligt og eitt sindur resut, kanska serliga orsakað av mínum starvi sum undirhaldari.

 

Tað sigur Finn Johannessen.

 

- Jólini er eisini løtan, har vit minnast størstu gávuna, ið givin er heiminum, at Jesus er føddur okkum til friðar og freslu; tað er størst av øllum. So, kann leika í rundan um okkum, men Jesus gevur okkum sannan frið.

 

Hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?

 

- Jólaaftan var tað lekkur heimagjørd suppa á miðdegi, og um kvøldið ótu vit dunnu, soleiðis sum tey ymisku ynskja tað - onkur við brúneplum, sós, reyðkáli og onkur við fyllu, súreplum og sviskum, men eisini við kakufyllu. So, vit royna eitt sindur av hvørjum.

 

Hann sigur, at omaná fingu tey rísingreyt við ribensaft og kirsuberjasevju umframt sera lekran daimís afturvið einum góðum kaffimunni.


Hvussu hevur 2015 verið fyri teg?


- Hetta hevur verið eitt gott ár. Heilsan er góð, og familjan trívist. Hugsi eg um tað materiella, kann eg ikki reypa, men ein góð heilsa er fantastiskt. Samstundis er hetta árið, har eg veruliga havi lært meg at svimja crawl.

 

Finn vísir á, at saman við BUBU-toyminum eydnaðist at geva út eina fløgu, málibók og film. Túrurin saman við BUBU-toyminum í Ísrael var eisini framúr góður - eitt positivt, skjóttarbeiðandi og seriøst toymi, sum elskar tað tey gera.

 

Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015?

 

- Um eg skal taka okkurt burturúr, so eru tað hendingarnar við BUBU og tað at upptrakka saman við Føroya Symfoniorkestri og Sigurd Barrett. Nervarnir sótu uttan á, og at sita saman við so lærdum fólkum var fantastiskt. Men, tá eg so sá, hvussu børnini vóru við og sungu, var hetta bara so fantastiskt.

 

Finn sigur, at tað eisini hava verið stór upplivilsi at upptrakka runt oyggjarnar til ymisk tiltøk, og ALTÍÐ at síggja nógv børn.

 

- Tað er fantastiska gott og ger meg ernan um, at BUBU toymið framvegis megnar at koma við nýggjum tilfari og soleiðis undirhalda børnum við nýggjum ella við smáum broytingum, soleiðis at tað ikki kennist, sum tað altíð er hitt sama.

 

Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015?

 

- Eg veit ikki. Havi so nógv at vera takksamur fyri, so eg veit ikki heilt…

 

Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?

 

- At vera ein góður pápi. Men, samstundis eisini at venja fram ímóti einum Ironman. Um tað verður fullført í 2016, er ikki vist, tí vit vænta okkum barn nummar fýra. Men, eg fari at venja fram ímóti hesum, sigur Finn Johannessen.