Økismenning
? Tað er okkara størsta uppgáva at fáa gongd aftur á í Suðuroynni og hetta er síðsta útkall hjá politikarunum úr Suðuroynni.
Tað heldur Hendrik Old, løgtingsmaður úr Suðuroy og formaður í løgtingsins vinnunevnd.
Hann ivast ikki í, at nú er neyðygt at seta eitt politiskt bjargingartiltak í verk fyri at fáa Suðuroynna á føtur aftur.
Seinastu dagarnar hevur samgongan tingast um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at fáa arbeiði aftur í Suðuroy.
Hendrik Old sigur, at ongin ivi er um, at politiskur vilji er at hjálpa til fyri at loysa kreppuna í Suðuroynni.
Tá ið blaðið fór til prentingar seinnapartin í gjár, var ongin niðurstøða greið og tí vil hann ikki siga so nógv ítøkiligt um, hvat liggur í kortunum.
Men talan má vera um nógv ymisk viðurskifti, sum mugu takast til viðgerðar í hesum sambandi, sigur hann.
? Eitt, sum greiða má fáast á, er, hvussu allur ójavni í flutningskostnaði kann beinast av vegnum.
? Vit mugu laga tað soleiðis, at tað ikki er dýrari at flyta farm í millum Suðuroynna og Havnina enn tað er at flyta ímillum Klaksvíkar og Havnina.
? Samstundis mugu vit eisini viðgerða, hvussu vit kunnu fáa betri flutningssamband ímillum Suðuroynna og umheimin.
? Hendrik Old sigur, at har eru ymsir møguleikar, men hann vil ikki útgreina, hvat hann hugsar um, fyrrenn samgongan hevur viðgjørt málið.
Kortini heldur hann ikki, at tað er nøkur loysn at seta Smyril í uttanlandssigling, tí hann er alt ov dýrur í rakstri.
Flakavirkið í Vági skal latast upp
Men tað, sum hevur allarstørstan týdning fyri arbeiðsloysið í Suðuroy, er, at tað stóra flakavirkið hjá Fiskavirking í Vági, verður latið uppaftur.
? Eg eri ómetaliga væl nøgdur við, at Vágs Býráð hevur tikið so greiða støðu, at tað hevur samtykt, at hevur Fiskavirking ikki latið flakavirkið í Vági uppaftur 1. apríl, verður sáttmálin um grundstykkið sagt upp. Og so má Fiskavirking antin at selja virkið, ella at taka tað niður fara avstað við tí.
? Hetta eru eini greið boð frá Vágs Býráði um, at nú er nokk tosað og at tað tekur støðuna í fullum álvara. Og tað er ein góð barlast hjá politiska myngugleikanum at hava í royndunum at fáa virkið upp aftur.
Hendrik Old sigur, at tað er ongin ivi um, at flakavirkið í Vági skal latast upp aftur nú.
Og hann sigur, at antin verður tað latið uppaftur nú, ella mugu vit bíða til ein onnur nevnd er komin framat í Framtaksgrunninum í apríl.
? Tað ivist eg ikki í, verður støðan hjá samgonguni.
Sostatt er Hendrik Old til reiðar at skifta nevndina í Framtaksgrunninum út á næsta aðalfundi í apríl, hevur hon ikki selt virkið áðrenn.
Hann vil kanska ikki siga tað heilt beinleiðis. Men hann orðar tað soleiðis:
? Tað er soleiðis í øllum lívsins viðurskiftum, at er ónøgd við ávís viðurskifti, verður okkurt nýtt roynt ístaðin. Í hesum førum hava vit ein trupulleika, sum hevur plágað politiska myndugleikan í ólukkumát í langa tíð, og einaferð er tolið uppi.
-?Sjálvur eri eg ikki í iva um, at megnar nevndin í Framtaksgrunninum ikki at sleppa sær av við flakavirkið í Vági, skal ein nýggj nevnd veljast á næsta aðalfundi í apríl.
Hendrik Old leggur dent á, at hetta er hansara egna støða. Men hann leggur eisini afturat, at hann er langt frá at vera einsamallur í samgonguni um hetta sjónarmiðið.
Annars heldur hann, at nevndin í Framtaksgrunninum átti at skilt skriftina á vegginum.
? Eg skilji ikki, at nevndin í Framtaksgrunninum hevur viljað skapt sær sjálvum hendan trupulleikan, sum teir hava skapt sær við at lata virkið í Vági standa stongt.
? Nevndin í Framtaksgrunninum hevur eitt ómetaliga stóran trupulleika. Men hetta ein trupulleiki, tey sjálvi hava skapt sær.
? Virkið í Vági skuldi longu verið selt, men tað skal tað so nú, antin beinanvegin, ella mugu vit bíða til í paríl, tá ið ein nýggj nevnd kann koma framat.
Hendrik Old sigur, at av røttum skuldi tað verið nevndin í Fiskavirking, sum avgreiddi hesi viðurskiftini.
? Men av onkrari orsøk er nevndin í Fiskavirking endað á einum síðusporið og tí er tað Framtaksgrunnin, sum eigur Fiskavirking, ið vit nú mugu venda okkum til.
? Tað hevur altíð verið gamalt, at roynt verður at sigla uttanum eitt illveður. Men í hesum føri hevur Framtaksgrunnurin og Fiskavirking við fríum vilja siglt seg mitt ígjøgnum eitt illveður við at tvíhaldað um virkið í Vági, hóast tað ikki verður brúkt.
? Og hetta hevur plágað politiska myndugleikan so illa, at nú er bikarið flotið yvir.
Endamáli við Framtaksgrunninum skuldi júst vera, at skott skuldi vera ímillum grunnin og politiska myndugleikan.
? Skottið er ikki tættari enn so, enn at tað er landsstýrið, sum velur nevndina í Framtaksgrunnium.
?Nú hevur flakavirkið í Vági forpestað politiska lívið í fleiri ár, hóast málið er rættiliga einfalt: Fiskavirking heldur seg ikki hava brúk fyri virkinum í Vági, sum er hjartað í bygdini og so skuldi tað verið ómetaliga skjótt at komið til ta niðurstøðu, at so skuldi tað verði selt. Og tá ið Fiskavirking ella Framtaksgrunnurin ikki megnar eina so einfalda uppgávu, er politiska valdið noytt til at taka neyðug stig.
Hendrik Old sigur, at øll tey árini, hann hevur verið í politikki, hevur hann ongantíð áður kent slíka undirtøku ímillum vanlig fólk.
? Fólk, eg aldrin havi tosað við áður, ringja til mín at greiða fra síni ónøgd við Framtaksgrunnin og Fiskavirking, so skilaleysa halda tey støðuna verða, sigur hann.
Hann heldur ikki, at hetta er at leggja seg út í privat vinnulív.
Trot á arbeiðsmegi um eitt ár
Hendrik Old ivist ikki í, at fæst gongd á aftur virkið í Vági sum í gomlum døgum, er trupulleikin við arbeiðsloysinum í syðru helvt í Suðuroynni loystur, tí tað er so ómetaliga effektivt.
Spurningurin er so, hvat vit gera við Støðuna í Hvalba.
? Men hvalbingar hava so tann fyrimunin, at teir eiga tríggjar, stórar trolarar, so har átti at verið møguleikar at fingið arbeiðið aftur á virkið har.
Kortini ásannar Hendrik Old, at hvalbingar hava trupulleikar við flutningskostnaði, men tað kann verða útjavnað við politiskum tiltøkum, so at hvalbingar ikki koma at betala meir í flutningi enn onnur.
? Og her er talan um rættiligar smáar upphæddir afturímóti tí arbeiði, sum tað skapar at hava virkið opið, leggur hann afturat.
? Tá ið virkið í Vági er opið, og vit eisini hava beint forðingar av vegnum sum gera tað trupult at lata virkið í Hvalba uppaftur, haldi eg, at vit eru komin rættiliga langt at basa arebeiðsloysinum í Suðuroy.
? Og fáa vit so eisini sett onnur tiltøk í verk, sum vit arbeiða við -eitt nú at byggja røktarheim í Vági og skúladepil í Hovi- vænti eg, at tað verður trot á arbeiðsmegi á nýggjárinum, um ikki fiskiskapurin svíkur heilt.
? So hóast støðan er rættiliga døpur í dag, eri eg so mikið bjartskygdur, at eg vænti at vit fáa vent gongdini av álvara, tá ið vit hava fingið tey politisku amboðini, sum eru neyðug, sigur Hendrik Old.
Seinasta útkall
Hann sigur, at hjá tingmonnunum í Suðuroy er tað ein veldug avbjóðing at fáa gongd á aftur í Suðuroynni.
? Tá ið kreppan var seinast, var ongin fiskur. Men ta umberingina hava vit ikki nú. Tí verður arbeiðið hjá tingmounnum úr Suðuroy at fáa hjálpt oynni burturúr kreppuni, eirindaleyst.
? Og í tí sambandi kunnu vit ikki hugsa um at lata ávísar nevndir ella onnur smáttarí standa okkum í vegin.
-? Fáa vit ikki loyst trupulleikarnar hjá Suðuroynni, hava vit spælt fallitt og tað er nú, vit skulu vísa, at vit megna tað. Vit standa við rygginum ímóti múrinum og megna vit ikki okkara uppgávu, verður tað trupult hjá okkum at fara til Suðuroyingar einaferð afturat at biðja um teirra atkvøðu á komandi vali, sigur Hendrik Old.
? Og tað er øll samgongan greið yvir, leggur hann afturat.