Henny heldur fram sum for­kvinna í Ferða­vinnu­felagnum

Henny á Líknargøtu heldur fram sum forkvinna í Ferðavinnufelagnum, meðan Halda Juul Olsen og Tróndur Kollsker eru nýggj í nevndini.

Týsdagin 21. oktober var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum. Á aðalfundinum stóðu Sakaris Frederiksen og Hans Jákup Kollslíð fyri vali. Áðrenn fundin boðaði Hans Jákup Kollslíð frá, at hann ikki vildi verða valdur aftur í nevndina.

 

Sakaris Frederiksen var valdur aftur í nevndina, og fyri Hans Jákup Kollslíð er Halda Juul Olsen vald í nevndina.

 

Hartil er Tróndur Kollsker valdur sum nýggjur tiltakslimur.

 

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Henny á Líknargøtu sum forkvinnu og Andriasi Sólsker sum næstformanni.

 

Nevndin í Ferðavinnufelagnum sær tí soleiðis út:

 

  • Henny á Líknargøtu, forkvinna
  • Andrias Sólsker, næstformaður
  • Sakaris Frederiksen, nevndarlimur
  • Jenny í Heiðunum, nevndarlimur
  • Halda Juul Olsen, nevndarlimur
  • Tróndur Kollsker, tiltakslimur

 

Stutt um Ferðavinnufelagið

Høvuðsendamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál og at skapa karmarnar fyri, at ferðavinnan kann vera ein týðandi táttur í føroyska búskapinum. Ferðavinnufelagið fevnir breitt um alla ferðavinnuna, røkir áhugamál limanna og er felags málgagn mótvegis myndugleikunum. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og tiltøkum, sum stimbra førleikar og samstarv í vinnuni.

 

Les meira um felagið her