Tjóðsavnið leitar eftir rekaviði

Í rekaviði búleikast eitt slag av skeljumdýrum, sum vit kalla viðarmaðk. Tað er hendan viðarmaðk, sum Tjóðsavnið vit vita meira um, tí verður heitt á fólk, um at boða savninum frá, um tey síggja nýkomnan rekavið

Tá vit síggja ein viðarbul liggja niðri í fjøruni, munnu tað vera fá, sum geva sær far um, at innan í hesum viðarbulum kunnu vera íðandi fult av maðkalíknandi skeljadýrum, sum liva í viðabulinum, hetta skrivar Tjóðsavnið. 

 

Tað munnu eisini vera fá, sum vita, at hesir viðabular hava ferðast langa leið til Føroya, fjarskotnir hagani teir einaferð, sum trø hava hava voksið.

 

Á fer síni hagani tey hava voksið, ein ferð iðkann taka upp í 15 ár, fáa summi av hesum trøum, ein fremmandan gest. Onkra staðir á leiðini møtast viðarmaðkurin og rekatræið. Viðarmaðkurin nørist, við at smákelvið frá viðarmaðki verður latið út í sjógvin, har tað rekur, og finnur sær annan við at festa seg á. Eftir at smákelvið hevur funnið sær hóskandi vert, byrjar dýrið at eta og gera sær gongir í rekatrænum. Tað eru hesar gongir, sum eru so eyðkendar í rekaviðinum.

 

Á føroyskum kalla vit hesi dýr fyri viðarmaðk, men tað er ikki bara eitt slag av viðarmaðki, tað eru fleiri sløg. Vit vilja tí vita hvørji sløg, talan er um.

 

Tjóðsavnið ætlar tí at kanna rekavið og staðfesta hvørji sløg av viðarmaðki eru í rekatrøunum, sum koma til Føroya.

 

 

 

Tjóðsavnið fer tí at heita á fólk um at boða savninum frá, um tey koma fram á nýkomnan rekavið, soleiðis at savnið kann kannað, um viðarmaðkur er í, og hvørji sløg talan er um.

 

Boðast kann frá við at ringja til Jan Sørensen, leiðara á Sjódjóradeildini, á telefon nummar +298790572, ella skriva teldupost til: [email protected].