Tað hevur verið ein trupulleiki, at ein partur av ovara borði av norðara parti av vegnum er ein berur eyr- og moldskrái, har tað ríður av og oman á vegin.
Í samráð við staðbundnu nevndina á Velbastað og í Kirkjubø er avgerð tikin um at gera ein laðaðan grótgarð fram við Gerðisbreyt, sum skal verja vegin.
Eisini skulu høgu benini á miðjuni á Gerðisbreyt tryggjast.
Harumframt verða kloakkleiðingar, sum hava ligið berar fram við vegnum, nú tyrvdar og stoyptar, og tað norðara av teimum báðum vendiplássunum á vegnum verður fylt upp.
Og umframt hetta verður gøtan millum Gerðisbreyt og á Stórheyggi eisini sett í hóskandi stand.
Arbeiðið varð fyrr í ár boðið út til tveir arbeiðstakarar, og fyritøkan Konsax hevði lægsta tilboðið, sum var 777.925 krónur uttan mvg.
Tórshavnar býráð hevur nú samtykt at taka av tilboðnum og at játta eina millión krónur til arbeiðið.
##med2##
Gøtan millum Gerðisbreyt og á Stórheyggi verður eisini hampað
##med3##