Hesa vikuna hevur Vágs skúli havt evnisviku, ið hevði til endamáls at savna pening til Krabbameinsfelagið, ið hevur landsinnsavnan hesa vikuna.
Vágs skúli varð hesa vikuna broyttur til eitt lítið samfelag við biografi, bakaríi, pizzaria, banka, hárfríðkanarstovu, listastovum, gøtutónleikarum, tíðinastovu, ponyríðing og mongum øðrum.
Næmingar hava úr bankanum hesa vikuna fingið framleiddar skúlapengar, ið kundu nýtast í lítla samfelagnum.
Í kvøld var opið hús fyri foreldrum og øðrum áhugaðum. Vitjandi kundu seta veruligan pening í bankan, og fáa skúlapening ístaðin, ið kundi nýtast í lítla samfelagnum.
Tað eydnaðist Vágs skúla at savna yvir 50.000 krónur inn.
Her eru myndir frá lítla samfelagnum:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##


























