Fyrrverandi venjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Henrik Larsen, hevur fingið sekkin í danska stórfelagnum Brøndby IF, har hann hevur arbeitt við at fáa stuðulsavtalur í lag.
Henrik Larsen hevur verið í starvinum seinasta hálvaannað árið, men felagið hevur nú valt at umskipa arbeiðsmegina, soleiðis sum grundgevingin fyri uppsøgnina skal eitast at vera.
- Tað er rætt, at eg eri givin í Brøndby. Tað er harmiligt, tí eg havi verið glaður fyri at vera í Brøndby, og eg haldi, at eg hevði nakað at koma við, sigur Henrik Larsen við danska Ekstrablaðið í dag.
48 ára gamli Henrik Larsen stóð á odda fyri føroyska landsliðnum í tíðarskeiðnum 2002 til 2005. Hann hevur síðani verið venjari hjá Holbæk B&I, Køge BK og Lyngby BK.
Eisini hevur hann starvast sum hjálparvenjari hjá Randers FC og síðani aftur í Lyngby BK sum U19-venjari, men seinastu fimm árini hevur hann røkt onnur størv enn venjarasessin.