- Óhepnar útmeldingar frá Faroejet

- Útmeldingarnar kunnu geva bakslag. Ynskir ein fyritøka samkenslu frá fólkinum, so er hatta ikki mátin at gera tað uppá, metir Allan Dalsgarð, miðlafrøðingur og ráðgevi hjá ReproZ, um útmeldingarnar frá Faroejet

Faroejet saknar størri uppbakking frá føroyingum. Í blaðnum í gjár segði nevndarformaðurin í flogfelagnum seg ikki skilja, at føroyingar ikki stuðlaðu felagnum meir, enn teir hava gjørt.
 - Tað er jú okkum at takka, at kapping aftur er komin á økinum, og at prísurin á ferðaseðlum er minkaður so nógv. Eg gangi út frá, at fólk ynskja kapping, men við hetta lag enda vit aftur í monopoli, helt nevndarformaðurin, Knút Lützen, fyri.
 
Óhepnar útmeldingar
Allan Dalsgarð, miðlafrøðingur og ráðgevi hjá lýsingarfyritøkuni ReproZ, heldur útmeldingarnar frá Faroejet vera heldur óhepnar.
 - Útmeldingarnar kunnu geva bakslag. Ynskir ein fyritøka samkenslu frá fólkinum, er hatta ikki mátin at gera tað uppá, metir Allan Dalsgarð.
Hann heldur, at ein so ógvuslig orðing í ringasta føri kann gera, at felagið fær minni samkenslu millum fólk. Her hugsar hann serliga um útmeldingarnar um, at Faroejet møguliga gevst á Føroyaleiðini.
 - Álitið fýkur. Hvør vil velja eitt flogfelag, sum er á veg út?, spyr miðlafrøðingurin hjá ReproZ.
 
Neyðugt við toli
Allan Dalsgarð heldur annars, at marknaðarføringin hjá Faroejet hevði eina góða byrjan.
 - Sjálv lanceringin var sannførandi. Tey útstrálaðu sjálvsálit við nógvum og góðum starvsfólki, har fleiri komu frá kappingarneytanum. Lýsingaátakið var eisini rættiliga sjónligt í byrjanini, men seinastu mánaðirnar hevur man ikki sæð nógv til tað, heldur Allan Dalsgarð, ið eisini metir avgerðina at nýta egna bókingarskipan vera ein stóran brølara.
Hann leggur afturat, at skal ein nýggj fyritøka gera seg galdandi á hesum økinum, har eitt væl etablerað flogfelag er frammanundan, er neyðugt at brynja seg við toli, gera sær dælt av eksponering í fjølmiðlunum og nýta lýsingarpengar..
 - Atlantic Airways hevur jú tann fyrimunin, at felagið er komið inn undir húðina á fólki. Tað er ikki lætt at broyta vanahugsan hjá fólki. Tað tekur sína tíð. Kann væl vera, at føroyingar eru glaðir fyri kapping, men tú kanst ikki vænta, at teir gera nakað aktivt fyri at halda henni uppi, sigur miðlafrøðingurin at enda.