Óhepni ella svik

Norðurkoreanska HM-liðið er rættiliga komið í brennidepilin eftir at FIFA hevur gjørt av, at áleyparin, Kim Myong Won, bert kann spæla sum málverji undir HM.

 

Í norðurkoreansku tilmeldingini er áleyparin nevniliga skrásettur sum málverji, og tað kann ikki broytast, hevur FIFA givið boð um.

 

Øll liðini skulu hava tríggjar málmenn skrásettar í sínum hópum, men Norðurkorea hevur so valt bert at hava tveir málverjar við, og síðani at skráseta ein áleypara sum triðja málverjan.

 

Fleiri miðlar gita nú, um venjarin, Kim Jong Hun, við vilja hevur roynt at sníkja ein eyka útileikara við til HM við at skráseta hann sum málverja.

 

Undir øllum umstøðum slepur Kim Myong Won ikki á vøllin sum áleypari í dystunum móti Brasilia, Portugal og Fílabeinsstrondini, sum Norðurkorea er í bólki við til HM.

 

Kim Myong Won hevur leikt níggju landsdystir fyri Norðurkorea uttan at hava skorað. Og tað er neyvan sannlíkt, at tey hagtølini verða broytt við HM-kappingina.