Hondbóltur
Sunnudagin eydnaðist so Neistanum at økja um stigatalið, sum higartil í ár hevur verið nakað væl lakari, enn vónirnar til árið vóru.
Fleiri ferðir hava stigini annars verið heilt nær, men ivamálini eru hvørja ferð follin til mótstøðuliðini, og náðisleysa stigatalvan boðaði eisini greitt frá, hvussu støðan var. Tvey stig av tíggju møguligum var í øllum førum ikki nakað, sum borgar fyri einum komandi oddaliði í hondbóltskappingini.
Og útlitini vóru kanska betri hesaferð, nú hoyvíkingar stóðu sum mótstøðulið. H71 hevði fingið ein lítlan frammaná, tá teir taptu móti KÍF herfyri, og við einum sjúkuraktum Henrik Gerster á beinkinum við stórum hálsturriklæði, vóru hoyvíkingarnir í øllum førum nakað skerdir.
Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at Neistin skuldi fáa nakað burtur úr dystinum. Halgir Dahl Olesen, sum við einum influensa-raktum avriki var nakað væl undir miðal móti KÍF, tóktist veruliga hava nakað at prógva hesaferð. Skotstyrkin og fysikkurin annars hava altíð verið framúr. Sum innpískari er hann tó eisini nógv vedur hjá hoyvíkingunum, og við honum á odda hildu hoyvíkingar avstað.
Og so vórðu teir bláu eisini skerdir. Ivaleyst slapp Jens á Skipagøtu heilt væl frá hendingini, tá hann rendi saman við Helga Michelsen, sum var á veg í kontra. Ofta hava slíkar hendingar útloyst reyða kortið til málverjan, men tað gjørdi tað ikki hesaferð, men fyri Neistan merkti tað, at Helgi ikki fekk tikið lut í ein hálvan tíma ella so.
Ikki minst høvdu teir eisini gott tak í verjupartinum. Skjúttarnir hjá Neistanum vórðu hildnir nakað útfrá, og við Jens á Skipagøtu at taka móti tí, sum slapp ígjøgnum, hevði liðið eisini ein sterkan seinasta skansa.
Neistin misti tó ongantíð heilt sambandið við hoyvíkingarnar. Munurin var soleiðis tvey og trý mál, og spurningurin tóktist kanska vera, um, breiddin hjá H71 fór at halda til samfullar 60 minuttir, nú Gerster ikki fekk tikið lut sjálvur.
Um miðjan seinna hálvleik tóktist avgerðin tó at fella. Neistin hevði annars strítt seg upp á javnt, men hoyvíkingarnir svaraðu aftur, soleiðis at teir nú vóru fýra mál frammanfyri.
Kanska var tað áðurnevnda breiddin, sum haltaði, ella kanska hildu hoyvíkingarnir nú, at teir høvdu knekkað Neistan. Ikki minst tí hesir um sama mundi mistu Blagoje Buha, sum noyddist av vøllinum við vøddaskaða. Men dysturin var ikki avgjørdur.
Ikki minst mátti Neistin takka Zeljko Jotic í málinum fyri, at teir nú komu aftur í aftur. Eitt er, at talan er um ein sera góðan málverja. Annað - og kanska meira týðandi ? er, at hann hesaferð eisini vist, nær tørvurin á einum sterkum málverja var størstur. Seinastu seks, sjey minuttirnar mundi Jota hava einar fimm-seks veruligar bjargingar, og ein minutt áðrenn tíð hevði Neistin strítt seg á 28-27.
Tað var tó ein smeitur, tá Damir Oros fekk reytt kort. Hann varð dømdur at hava tikið í skotarmin á Kent Failstrup, tá hesin leyp inn av veinginum, og tá H71 so skoraði við eftirfylgjandi brotskastinum, stóð aftur á jøvnum.
Neistin fór í sítt seinasta álop, og hesaferð høvdu teir so hepnið við sær. Bólturin varð at enda sendir út til Áka Mørk, sum av veinginum fekk skrúvað bóltin út um málverjan og inn í meskarnar. H71 hevði fá sekund eftir at royna seg, men tað endaði alt við einum skotik við síðuna av, og so var fagnaðurin á Neista-monnunum stórur.
Hjá hoyvíkingum var lagið sum vera man, alt annað enn gott. Annan dystin á rað høvdu teir nú snávað, og tað vil siga, at VÍF nú er fýra stig frammanfyri.
Hjá Neistanum stendur hinvegin nakað betri til. Gaman í er talan framvegs bert um fýra stig, men megna teir at vinna komandi uppgerðina móti KÍF, so er munurin upp til silvurmerkini bara tvey stig.
Til tann dystin má liðið tó í øllum førum vera Oros fyriuttan, og spurningurin er so eisini, hvørt Buha verður tøkur, ella um tað eisini má bíða.
H71 eigur dyst móti StÍF næstu ferð. Tá er so at vóna, at krímið er um at vera liðugt í herferð síni í Hoyvík. Tí hóast liðið í ár er eitt av teimum sterkastu í kappingini, so merkist tað væl, tá leikarar í frægara endanum eru burturfrá ella spæla við skerdari megi.
Fakta um dystin
Neistin-H71 29-28 (13-14)
Málskjúttar
Neistin: Áki Mørk 8. Blagoje Buha 6(3), Damir Oros 6, Dann Thorleifsson 4, Rani Slættanes 3, Tróndur Kragesteen 2, Helgi Michelsen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 9, Piti Negru 6(2), Kent Failstrup 4, Christian Eli Zacharaisen 4(2), Niels Viggo Niclassen 4, Johnny Durhuus 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 5
Útvísingar: Neistin 1, H71 3
Diskvalifikatión: Neistin 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Joensen og Karstin Joensen. Tóktust í løtum nakað ivandi, men góvu sær hinvegin eisini tíð at samskifta, um hetta var neyðugt. Sum nevnt, so kundi onkur dómur væl verið harðari, men samanum tikið, so varð dysturin tó hampuliga væl leiddur.