Hondbóltur
Ein av týdningarmestu eginleikunum hjá einum liði, sum vil vera partur av toppinum, er eisini at vinna dystirnar, har spælið ikki er av tí besta. Og hartil verður eisini ofta tikið til, hvussu týdningarmikið tað er við rætta hepninum, um tú skalt gerast meistari.
Og skal metast eftir hesum, so er einki at ivast í, at Neistin nú má vera størsti favoritturin at vinna tætta FM-stríðið.
Neistin hevði nevnliga ein av sínum heilt vánaligu døgum sunnudagin, og tá StÍF í seinna hálvleiki var komið nakað fyri seg, tóktust teir vera ávegis einum stórsigri, men onkursvegna megnaðu teir at geva Neistanum eina somikið stóra hjálpandi hond, at bæði sigurin og stigini vórðu verandi í høvuðsstaðnum.
Knæið helt ikki
Tað var annars Neistin, sum hevði betru byrjanina upp á dystin. Hóast spælið so avgjørt ikki var nakað at reypa av, so megnaðu fyrst og fremst Heini Hanusarson og Dragisa Stojovic at skjóta eina rúgvu av bóltum ígjøgnum illa skipaðu strandaverjuna, har Rasmus Magnusson ikki hevði ein serliga hepnan dag.
Strandingarnir høvdu annars vónað, at Marian Cirloganescu loksins kundi taka lut í dysti aftur, men veika knæið helt ikki somikið sum til upphitingina, og við sjónligari pínu mátti hann tí enn einaferð takka til takkar við einum sessi á beinkinum.
Í hinum endanum var Neistin so avgjørt heldur ikki serliga sannførandi, men í Jota hava teir ein málverja, sum heilt avgjørt telist millum teir allar stinnastu í landinum. Kanska var tað ikki so øgiliga ofta, at hann hevði tørv á at vísa hetta fyri steðgin, men hann hevði nakrar sera týdningarmiklar bjargingar, sum forðaðu gestunum í at gagnnýta fleiri kontra-møguleikar, og ivaleyst var hetta viðvirkandi til at taka nakað av gessinum hjá StÍF.
Ørvur skapti luftina
Við einmansavrikunum frá Heina og Dragisa eydnaðist eisini Neistanum at halda fast um leiðsluna fram til steðgin, men eftir hetta var tað skjótt, at StÍF staðfesti, at teir ikki bara vildu lata standa til.
Verjan fekst nú í nógv størri mun at rigga, og Finn á Svøð, sum fyri steðgin varð skiftur inn fyri Rasmus, varð av álvara skotin heitur av neistamonnunum.
Eftir einum korteri hevði StÍF lagt seg upp á 25-20, og tá so Neistin eisini misti Birgir Kass, tá hesin varð dømdur fyri at halda í arminum á Sveini Justinussen, fór av álvara at síggja svart út.
Eisini tí spælið hjá Neistanum als ikki koyrdi. Talan var framvegis bara um einmansavrik, og tað tóktist merkisvert, at venjarin ikki valdi at taka onkran av stóru skjúttunum út eina løtu. Bæði fyri at luft og so sanniliga eisini fyri at siga teimum, at í hondbólti eru tað altso sjey mans á einum liði.
Tað varð tó ikki gjørt, men tað var helst ein onnur útskifting, sum av álvara fekk vent dystinum. Jota hevði í øðrum hálvleiki ikki á sama hátt megnað at hildið gestunum frá fatinum, og tí fekk hann eina løtu á beinkinum, meðan Ørvur Heimbø slapp inn at royna seg fyri fyrstu ferð í ár.
Og so kom av álvara vend í. Ørvur hevði sjálvur nakrar fínar bjargingar, og hann megnaði hartil at rópa liðfelagarnar nakað upp, soleiðis at teir nú av álvara fóru at stríðast. Og tá so Jota seinni kom aftur á vøllin, hevði hann fingið neyðugu hvíldina og var til reiðar at taka liðfelagarnar seinasta pettið.
Gávumildir gestir
At hetta so eydnaðist, má Neistin so eisini takka strandingum fyri. Eitt er, at StÍF bert skeyt eittans mál seinastu tíggju minuttirnar, men hartil mistu teir meira ella minni høvdið hesa somu løtuna. André fekk tveir minuttir fyri at brúka seg, og tá Neistin so upp á fýra minuttir stríddi seg upp á 27-27, var høllin á gosi.
Tað eydnaðist Borgar Danielsen at leggja StÍF framum eina seinastu ferð, men so fekk Neistin takið. Buha og Dragisa hvør sítt mál, og tá StÍF so eisini misti Ben Djurhuus seinastu løtuna, tóktist alt liðugt. Men í tí, sum helst var ætlað sum seinasta álopið í dystinum, misti Dragisa púrasta óneyðugt bóltin. Ivaleyst átti talan eisini at verið um tveir fingrar, ta´hann royndi at halda mótstøðuleikara, tá StÍF kontraði, men onkursvegna mettu dómararnir, at tað nú var rætt at nýta seinasta gula kortið.
Strandingar varveittu álopið, men tá Artur heldur óneyðuga tók kjansin at skjóta, var liðugt. Neistin kloddaði ikki seinasta pettið burtur, og við 16 stigum eru teir framvegis av óvanliga spennandi endaspurtinum.
Hondbóltur ? eitt liðspæl
Men hóast sigurin á StÍF, sum nú má metast sum endaligt úti úr stríðnum, og hóast lovandi inngangin til hesa greinina, so skerst ikki burtur, at Neistin má fáa nógvar lutir upp á pláss undan dystinum móti VÍF komandi vikuskifti.
Fyrst og fremst mugu leikararnir ásanna, at hondbóltur er eitt liðspæl. At tað bert verður koyrt upp á einmansavrikini hjá einum trimum-fýra leikarum er sjáldan nóg mikið til at vinna í longdini. Og í verjupartinum kann liðið ikki einvíst líta á Jota í málinum. Tað hevur eisini víst seg, at tá hann ikki hevur havt ein sínum mongu góðu døgum, hevur liðið tað sera trupult. Kanska kann hetta batna nakað, tá Karl Oddmar Rasmussen nú aftur verður tøkur, men hinvegin telir tað skeiva vegin, at Birgir Kass nú ikki er tøkur.
Strandingarnir mugu hinvegin roknast sum lidnir í FM-stríðnum. Ein javnleikur sunnudagin kundi annars havt við sær, at liðið framvegis hevði verið væl við. StÍF er nevnliga tað av teimum fýra ovastu, sum á pappírinum hevur lættastu skránna eftir. Teir hava ein dyst í Vestmanna, og so tveir á heimavølli móti ávíkavist KÍF og H71, og tað kann ikki metast, at hesir seinastu skulu geva nakrar trupulleikar.
Teoretiskt, so kunnu strandingar kanska framvegis fara avstað við tí heila, men til tað krevst nú meira enn vanligt hepni, og sjálvir munnu teir hvítu eisini hava ásannað, at í ár verður so bara talan um tað eina steypið, men tað er hinvegin heldur ikki so galið.
Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 29-28 (16-14)
Málskjúttar
Neistin: Heini Hanusarson 8, Blagoje Buha 6, Dragisa Stojovic 6, Áki Mørk 5, Helgi Justinussen 2, Ragnar Stakksund 1, Helgi Michelsen 1
StÍF: Alexandur Johansen 5(1), Sveinur Justinussen 5, Borgar Danielsen 4, Andre F. Danielsen 4, Artur Johansen 3, Jón Rasmussen 1, Pauli Hansen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 3
Útvísingar: Neistin 2, StÍF 5
Diskvalifikatiónir: Neistin 1 (Beinleiðis reytt), StÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Stjørnuni: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Høvdu fyri tað allar mesta eitt sera gott tak á dystinum, sum ikki var tann lættasti at døma. Men seinasti minutturin dróg tó nakað frá í samlaðu metingini.