Her er avloysarin hjá Sonna Ragnar í B36

B36 hevur fingið ein miðverja, sum skal avloysa Sonna Ragnar Nattestad í miðverji

B36 hevur gjørt sáttmála við danska verjuleikaran, Lukas Enevoldsen, sum kemur úr FC Fredericia í donsku 1. deild. Hann er 27 ára gamal og verður lýstur sum ein stórur og sterkur miðverji á 1,92 m.

- Vit hava hugt eftir Enevoldsen í fleiri vikur nú, og fegnist eg um, at B36 hevur fingið hetta í hús. Hann er ein hartarbeiðandi og sterkur miðverji við rætta hugburðinum. Hann er ikki bangin fyri at fara í nærdystirnar, og so er hann ein fínur fýrur eisini. Hann hevði onnur tilboð, men helt at hendan avbjóðingin var tann mest áhugaverda” sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36.

Lukas Enevoldsen sigur, at hann er spentur upp á uppgávuna og gleðir seg at koma Føroya. Hann skal avloysa Sonna Ragnar Nattestad, sum er farin til írska Dundalk.