Her er føroyska liðið: Finnur byrjar

Tað tykist ongin ivi verða um, at Lars Olsen byrjar við Finni Justinussen í álopinum

Fyrrapartin í dag vandi føroyska landsliðið fyri seinastu ferð, undan Nations League dystinum móti Aserbadjan, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Venjingin staðfesti tær gitingar, sum In.fo gjørdi longu týsdagin.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

Gilli Rólantsson verður fluttur aftur á høgra bakk, Jóan Símun Edmundsson verður høgri miðvallari, meðan Finnur Justinussen verður í álopinum. Tað merkir, at Gunnar Vatnhamar ikki fær afturval á høgra bakki. Hartil verður Odmar Færø í miðverjuni, tí Sonni Ragnar Nattestad hevur leikbann. Soleiðis sá uppstillingin eisini út í dag, meðan teir vandu.

 

Les eisini: Ongar umberingar úr Aserbadjan

 

Tað merkir, at tað verða tvær broytingar á liðnum í mun til liðið, sum byrjaði móti Kosovo. Gunnar Vatnhamar og Sonni Ragnar Nattestad verða ikki við frá byrjan, meðan Odmar Færø og Finnur Justinussen koma inn.

 

Vit gita liðið:

Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson, Brandur Hendriksson, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen