Í februar var eitt spanskt filmslið í Føroyum og gjørdi ein heimildarfilm um viðhaldsfólk hjá Liverpool í Føroyum. Filmurin er gjørdur fyri fyritøkuna Mastercard, sum er ein høvðusstuðlunum hjá UEFA og Champions League.
Annika G. Enghamar og dóttirin Elia vórðu útvaldar at fara úr Føroyum til dyst í Liverpool, har Elia var maskottur og harvið fyrsti føroyingurin á Anfield. Í filminum sæst hon ganga á vøllin á Anfield saman við miðverjanum hjá Liverpool Joel Matip. Liverpool spældi móti Bayern Munchen úr Týsklandi og tað endaði 0-0, so helst hevur Elia sín leiklut í tí.
##med2##
Í filminum síggja vit eisini prát við pápa Eliu, Virgar Enghamar, sum sat í Bowlinhøllini saman við føroyskum viðhaldsfólkum og hugdi eftir dystinum. Prát er eisini við ein av høvðusmonnunum aftanfyri Liverpool Føroyar fjepparabólkin, Petur Piddi Olsen.
Liverpool er framvegis í Champions League kappingini og skal í kvøld spæla móti FC Barcelona. Annika G. Enghamar og dóttirin Elia eru eisini bodnar til sjálva Champions League finaluna, sum verður í Madrid 1. juni.